Einki at snakka um

Ongantíð gjørdist talan um nakran spennandi dyst, tá Tjaldur tók ímóti StÍF í eysturoyaruppgerðini, og tað var sum so heldur ikki væntandi

Tjaldur-StÍF 22-35 (11-15)


Mest merkisverda við dystinum leygardagin var, at hvørki John Petersen hjá StÍF ella Sverri Justinnussen hjá Tjaldur vóru at síggja á vøllinum leygardagin.

John stríðist framvegis við skaðanum, sum hann fekk í toppdystinum í Vestmanna, meðan Sverri var staddur uttanlands, tá seinasta lokaluppgerðin hesumegin aldarskifti skuldi avgerðast.


Eingin spenningur

Uppgerðin varð eisini avgjørd, og ikki óvæntað gjørdust tað teir á vestara armi, sum fingu í bæði posa og sekk.

Beinanvegin byrjaði útiliðið at leggja sjógv frá heimaliðnum, og stútt og støðugt øktu teir um munin.

Leikferðin gjørdist ongantíð tann stóra, og uttan at taka munnin ov fulllan kann staðfestast, at tað helst ikki hevði gjørt tann stóra munin, um nakar av burturstøddu leikarunum hevði verið á vøllinum.


Ymsar støður

Ikki kann sigast annað enn, at støðan á stigatalvuni og setningurin hjá liðunum báðum eru nakað ólík.

StÍF liggur í toppinum, nú farið verður undir seinnu helvt av kappingini, og fremsti setningur teirra er ivaleyst at varveita FM-heitið inni á Skálafjørðinum.

Harumframt liggur tað teimum ivaleyst eisini frammalaga í huga at vinna steypakappingina, eftir at teir akkurát gjørdist ov stuttir seinasta ár, tá teir í einum sera jøvnum dysti máttu lúta fyri vestmenningum.

Tjaldur liggur í hinum endanum av stiganum, og stríð teirra man heldur snúgva seg um at halda nevið framman fyri H71 og KÍF.

Neyðugu stigini til hesa uppgávu skulu helst fáast til vega í dystunum móti júst hesum báðum liðum. Í hvussu so er man tað nytta lítið hjá teimum at droyma um at taka stig frá nøkrum av teimum stóru.

Higartil hava teir eisini megnað setningin, við tað at teir í løtuni liggja á triðjaplássið, um talt verður frá niðara enda, og megna teir at halda hesa støðu, munnu flestu viðhaldsfólkini helst eisini vera nøgd.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Tjaldur: Tummas Magnussen 8, Suni F. Johannesen 7 (3), Mortan Hansen 3, Kári Hansen 1, Arnfinn Langgaard 1, Dánjal Hansen 1, Ragnar Olsen 1 (1)

StÍF: Alexandur Johansen 7 (2), Marius Joensen 7, Jónleif Sólsker 5, Artur Johansen 5, Bent Djurhuus 3, Karstin Danielsen 3, Sveinbjørn Poulsen 2

Brotskøst: Tjaldur 5, StÍF 3

Útvísingar: Tjaldur 6, StÍF 3

Dómarar úr Kyndil: Hans Thomassen og Gunnar Gregoriussen