B71 stríðist í løtuni fyri lívinum í Formuladeildini. Óttin var tí stórur millum sandoyingar, tá bæði Clayton Soares og Símun Rógvi Hansen máttu lata seg útskifta vegna skaða. Teir vóru fluttir á Landssjúkrahúsið, men lukkutíð fyri Eli Hentze, venjara, so hevur hann teir báðar tøkar aftur skjótt. Einki brot var staðfest, og tí verður vónað á Sandoynni, at teir verða við, tá B71 spælur lagnudyst móti Skála á heimavølli tann 14. september.