Einki DR í bræði ? men Viasat

Televarpið hevur umskipað sínar programpakkar fyri at gera pláss til TV3. DR er tikið heilt av skránni

SJÒNVARP

Televarpið hevur nú almannakunngjørt teirra nýggju pakkar og prísir.
Televarpið bjóðar nú fýra grundpakkar og ein Canal+ pakka.
Grundpakkarnar eru ymiskir í prísi og tali av rásum. Tann bíligasti kostar 129 kr. um mánaðin og hin dýrasti fæst fyri 269 kr. um mánaðin. Canal+ pakkin kostar 209 kr. afturat grundpakkanum.
Ein munur er serliga fleiri Viasat rásir eru tiknar við. Her er talan um TV3, 3+, Viasat Sport, Viasat Action, Viasat Nature og Viasat Explorer.
Hesar rásir eru umfataðar í tveimum av grundpakkunum.
Tann heilt stóri grundpakkin við 24 rásum ? íroknað SvF ?kostar 269 kr. um mánaðin.
DR1 og DR2 og Rás1 eru tiknar av skránni saman við Eurosport News og VH1 Classic.
Nevndarformaðurin fyri Televarpið, Andras Róin, sigur, at orsøkin til, at Televarpið ikki kann bjóða DR skyldast ógreiðum viðurskiftum internt hjá DR.
?Vit hava ikki megnað at forhandla eina avtalu upp á pláss við Danmarks Radio. Teir eru ikki klárir til at gera eina tílíka avtalu, og vit sostatt ikki gjørt nakað, sigur Andras Róin.