Myndina eigur norska kringvarpið, NRK

Einki eftirlit við stórum lendiseldi í Ålesund

- Tað er eitt størri øki, sum brennur, og her eru bygningar, sum eru í vanda, sigur átaksleiðarin í Ålesund, Sindre Egenes

 

Myndina eigur norska kringvarpið, NRK

Sløkkiliðið í Ålesund sigur, at eldur er í einum lutfalsliga stórum øki í Ålesund í Noregi. 

 

- Vit hava hvørki tamarhald ella fult yvirlit við støðuni beint nú, sigur átaksleiðarin í Ålesund, Sindre Egenes, við www.tv2.no

 

Hann vísir á, at tað er eitt størri øki, sum brennur, og her eru bygningar, sum eru í vanda.

 

Fleiri smáttur eru eisini á leiðini, har eldurin nærkast, og løgreglan hevur verið á hurðini og heitt á fólk um at rýma úr økinum.

 

Sløkkiliðsleiðarin, Jon Rune Lillebø, sigur við norska kringvarpið NRK, at tað er sera turt í økinum.

 

- Vit hava allar tøkar menn á staðnum ella á veg á staðið, og arbeiðið at sløkkja er í gongd, sigur Sindre Egenes.

 

Í einari dagføring skrivar átaksleiðarin í løgregluøkinum, Møre og Romsdal, Arild Even Reite, at tað er ikki aktuelt at heita á íbúgvar um at rýma.

 

- Men, í onkrum av nærliggjandi økjunum eru fólk biðin um at rýma, leggur Arild Even Reite aftrat.

 

Norskir miðlar vita at siga, at sløkkiliðstyrla er á veg á staðið, og sløkkiliðsfólk hava lagt út slangur fyri at væta turra lendið.

 

Í norskum miðlum seinnapartin verður tosað um lendiseld - ella skógareld - sum herjar í Ålesund í løtuni.

 

Dagføring:

 

Stutt fyri klokkan 18, norska tíð, sigur sløkkiliðsleiðarin, John Rune Lillebø, við Dagbladet, at eldurin nú er undir eftiriti.

 

Tv2.no hevur skift orð við Christian Pritchard, sum var á báti í økinum, har eldurin kyknaði. Hann sá eldin og boðaði beinanvegin frá.

 

- Tá stóð eldslogin einar 5-6 metrar upp úr lendinum, og tað sá út til, at eldurin spreiddi seg skjótt, sigur hann.

 

Christian Pritchard leggur aftrat, at tað hevur verið sera turt á leiðini, og her hevur ikki regnað í fleiri vikur.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at útsagnirnar úr Noregi eru ymiskar í løtuni.

 

Viðhvørt verður sagt, at eldurin er undir eftirliti - og so aftur, at tamarhald ikki er á støðuni. 

 

Sløkkiliðsarbeiðið gongur fyri seg bæði á landi, úr luftini og av sjónum, vita norskir miðlar at siga nú seint seinnapartin.

 

##med2##

 

 

 

Myndina eigur norska kringvarpið, NRK