Beint fyri klokkan 20 í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Suðurstreymoy, sum kundi endað heilt galið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tað var ein átta ára gamal smádrongur á súkklu, sum koyrdi út fyri ein bil.
- Súkklan endaði undir bilinum, og drongurin endaði tíbetur uppi á hjelminum - og ikki undir bilinum, sigur løgreglan.
Drongurin fekk løstir og endaði á Landssjúkrahúsinum.
- Vit vita ikki, hvussu álvarsligir løstirnir eru, men vit hava skilt, at drongurin fekk ikki lívshóttandi mein, sigur vaktleiðarin.











