Stjórin á Almannastovuni sigur, at starvsfólkini á stovninum onga grundgeving hava fyri at halda, at fólk misbrúka sosialu skipanina, men sjálvandi, allar skipanir kunnu misbrúkast. Tað hendir bara ógvuliga sjáldan á okkara leiðum.
? Heldur hinvegin. Tað hendir nógv oftari, at fólk koma ov seint til okkara, við tí úrsliti, at tey eru so mikið verri fyri, enn tey áttu at verið, júst tí tey aftra seg við at biða um hjálp, sigur Maria Jacobsen.
Annað er at fólk duga betur at brúka skipanina nú enn fyri nøkrum árum síðan, eitt nú eftir at arbeiðsloysið kom. Nú eru fólk meira vitandi um rættindi og skyldur, sigur Maria Jacobsen.
Hon vil ikki tosa um tær skuldsetingar sum tingkvinnan setir fram, uttan so at hon fær skjalprógv fyri tí, sum Rúna Sivertsen setir fram. Harnæst kann stjórin á Almannastovuni ikki úttala seg um einastaklingamál, út frá tí, sum kom fram á tingsins røðarapalli, eins og hon ikki vil gera viðmerkingar til tað, sum kom fram í viðtalinum við Útvarpið sunnudagin.
? Viðvíkjandi ógiftum sum búgva saman, og forsyrgjaraábyrgd er at siga, at Almannastovan ikki kann áleggja einum manni ella einari kvinnu forsyrgjaraábygd.
? Lóggávan sigur at hjún hava skyldu mótvegis hjúnarfelaga og børnum. Tá ógift fólk búgva saman, og tey vegna arbeiðsloysi, sjúku o.s.fr. hava rætt til veitingar, fáa tey helvtina minni enn ein einsamallur uppihaldari, júst av tí at tey búgva saman, sigur Maria Jacobsen.