Einki handilskríggj

USA og Evropa hava leingi kravt, at myndugleikarnir í Kina skulu gera okkurt fyri at avmarka tann ovurstóra útflutningin av bíligum kinesiskum klæðum, sum floyma inn yvir tann amerkanska og tann evropeiska marknaðin. Nú hevur Kina lurtað. Í gjár kunngjørdi handilsmálaráðið í Beijing, at serlig avgjøld verða løgd á útflutningin á nýggjárinum. Endamálið er at sleppa undan handilskríggi við USA og ES.

Amerikanska stjórnin hevði hótt við at seta tiltøk í verk fyri at avmarka innflutningin av klæðum úr Kina. Tað hevur ES ikki viljað gjørt, sjálvt um bæði USA og ES siga seg stúra fyri, at tey bíligu kinesisku klæðini kunnu forkoma teirra egna klædnaídnaði. Kina er nógv tann størsti klædnaframleiðarin í heiminum, og umsetningurin í kinesiska klædnaídnaðinum er mettur til einar 2100 milliardir krónur.

Tað er ikki greitt, um amerikanararnir eru nøgdir við kinesisku avgerðina at leggja avgjøld á klæðir til útflutnings. Amerikanski klædnaídnaðurin hevur fyrr kravt, at myndugleikarnir í Washington skulu seta mark fyri, hvussu nógv innflutningurin úr Kina kann veksa um árið.