Ferðavinna
Tað er einki krav um sóttreinsan av bilum, sum koma úr londum, har munn- og kleyvsóttin ikki er staðfest. Hinvegin er krav, at bilar, sum koma úr Hetlandi, skulu sóttreinsast, áðrenn teir sleppa at koyra í Føroyum.
Bilar, sum koma í land av Norrønu, tá hon kemur úr Hanstholm við farmi, verða sum er sóttreinsaðir á bryggjuni.
Men hetta er einki nakað krav frá myndugleikunum, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni. Hann sigur, at hann varð spurdur, um tað var skilagott at gera tað fyri líkasum at binda um heilan fingur, og tí kundi hann bara viðmæla, sigur hann.
Hinvegin er tað krav, at bilar, sum koma úr londum, har munn- og kleyvsóttin er staðfest, skulu sóttreinsast. Tað vil siga bilar, sum koma úr Bretlandi. Og har er Hetland íroknað.
Summarsigling
Tann 19. mai fer Norrøna undir regluligu summarsiglingina og fer at sigla til Lerwic einaferð um vikuna.
Tá skulu allir bilar, sum koma í land í Føroyum, sóttreinsast, sigur landsdjóralæknin. Tað verður so eisini galdandi fyri bilar, sum komnir eru umborð í Bergen, sigur Bjørn Harlou, hóast teir ikki hava verið í landi í Lerwick.
Tað verður helst gjørt á sama hátt, sum gjørt verður nú, tá bilar úr Hanstholm verða sóttreinsaðir. Tað standa tveir tangar við sitrónsýrublanding á bryggjuni, og so stendur fólk við einum trýstspulara og spular hjól og undirvogn við hesi sitrónsýrublandingini. Somu viðgerð skulu »trailarar« og onnur akfør eisini ígjøgnum. Eisini skulu øll ferðafólk, sum koma til gongu i land av skipinum, ganga ígjøgnum eitt fat við sitrónsýrublanding og sóttreinsa skógvarnar, tey eru í.
Spurdur um hví hann ikki krevur, at bilar og fólk verða sóttreinsað í Lerwick, áðrenn tey koma umborð á Norrønu, svara Bjørn Harlou, landssjóralækni, at tað kann hann ikki. Hann hevur stutt og greitt ikki loyvi at seta krøv til myndugleikarnar í einum øðrum landi. Og vilja bretar ikki av sínum eintingum sóttreinsað tað, sum fer út av landinum, noyðast onnur at gera tað, við tað, sum inn kemur hjá teimum sjálvum.
Annars sigur landsdjóralæknin, at higartil er bara ávíst, at smitta er borin víðari við flutningi av livandi djórum. Eingin av teimum staðfestu tilburðunum av munn- og kleyvsóttini kann ávísast at vera borin við bilum ella øðrum slíkum flutningi.
Trong ferðaætlan
Tað kann fara at taka tíð at reinsa eina heila skipslast av bilum, tá Norrøna í summar kemur fullsett á Havnina. Og hvussu tað fer at ávirka siglingina, vita tey ikki at siga á Smyril Line.
Ferðaætlanin er trong sum er, og har er einki út at geva. Skal skipið so bíða, meðan bilarnir verða sóttreinsaðir, so hvørt teir koyra í land, kann tað lætt fara at ávirka fráfaringartíðirnar til Íslands, verður sagt av Smyril Line.
Men samstundis verður sagt, at tey hava ongar reglur fingið at ganga eftir, hvussu hendan sóttreinsingin skal gerast. Um hon skal gerast inni á dekkinum. Meðan koyrt verður í land, ella um allir bilarnir fyrst skulu inn á eitt avbyrgt øki á havnarlagnum og har reinsast, áðrenn teir sleppa út at koyra.
Einasta tey vita á Smyril Line er, at bilarnir skulu sóttreinsast, tá teir koma úr Lerwick, verður sagt av skrivstovuni hjá Smyril Line í Tórshavn.
Heldur ikki Tórshavnar Havn hevur fingið nøkur boð um serlig tiltøk í samband við summarsiglingina hjá Norrønu.
Sum er gongur tað væl at sóttreinsa teir bilarnar, sum koma í land, segði vakthavandi á Havnarskirivstovuni, tá vit høvdu hann í telefonini í gjár. Og hann visti einki um, at annar arbeiðsháttur enn tann, at bilarnir verða reinsaðir, so hvørt teir rulla út av dekkinum, fer at verða nýttur.