Einki lívstekin til Rólant

Leitingin eftir Rólanti Nónfjall er hildin uppat í kvøld, nú tað er vorðið myrkt, og einki nýtt er at frætta.

Á løgreglustøðini í Havn siga tey í kvøld, at leitingin eftir Rólanti Nónfjall er hildin uppat í kvøld, nú tað er vorðið myrkt, og einki nýtt er at frætta.

 

Leitingin byrjaði í gjárkvøldið og varð uppafturtikin stundisliga í morgun. Bæði løgregla, bjargingarlið í Suðuroy, tyrla, Brimil og sjálvboðin hava leitað.

 

- Tað er einki nýtt at frætta, nú kvøldið er komið, og leitingin er hildin uppat í kvøld, siga tey á løgreglustøðini í Havn.

 

Rólant Nónfjall varð seinast sæddur vesturi á Eiðinum. Tá var hann til gongu eftir Eiðisvegnum í ein vestan.

 

Hann var tá sannlíkt í myrkum jakka og buksum og ljósum inniskóm. Rólant Nónfjall er 165 til 170 sentimetrar høgur, hevur stuttklipt brúnt hár og er heldur prúður á at líta.

 

 

Myndir: D. Olsen