Einki leyp av hjá Havfrúnni

Tað var enn eina ferð Havfrúgvin úr Vestmanna, sum vann kappingina millum kvinnur í 5-mannaførum. Men á Sundalagsstevnu í Hvalvík leyp so at siga einki av. Tað var bara stavnurin ímillum, tá ið Havfrúgvin og Falkurin fóru um málstrikuna.

 

Falkurin úr Hósvík fekk besta startin, og tær úr Hósvík vóru fremstar allan vegin. Havfrúgvin var ikki millum fremstu bátarnar, tá ið startspurturin var av, men so við og við otaðu vestmannakvinnur seg longri og longri fram. Í allar síðstu tøkunum syrgdu tær á Havfrúnni fyri, at tær enn eina ferð vunnu. Kanska var tað bara, tá ið bátarnir fóru um málið, at Havfrúgvin var fremst.

 

Úrslitið var merkisvert. Á Norðoyastevnu vann Havfrúgvin greiðan sigur, og tá var Falkurin ikki við í kappingini.

 

5-mannafør kvinnur

1 Havfrúgvin 05:20.15

2 Falkur 05:20.16

3 Teistin 05:21.18

4 Ørnin 05:22.21

5 Tjaldrið 05:24.11

6 Drekin 05:28.00

7 Hvassi 05:34.16

 

Støðan

1 Havfrúgvin 14

2 Teistin 11

3 Ørnin 9

4 Falkur 9

5 Tjaldrið 7

6 Drekin 2

7 Hvassi 1