Fiskivinna
Herfyri ljóðaði, at Eirikur Olsen, sum eigur línuskipið, Grana á Tvøroyri, skuldi hava selt skipið til Klaksvíkar.
Tað ljóðaði eisini, at reiðaríið, JFK-Trol, sum frammanundan eigur flakavirkið Kósina, skuldi vera keypari.
Tá ið vit høvdu Eirik í telefonini í morgun, vildi hann ikki vátta hesi tíðindi.
Einki avgjørt
- Nei, enn er einki avgjørt. Nú fáa vit at síggja, hvussu verður, tá ið vit koma heim aftur.
Grani var staddur eystanfyri, tá ið vit høvdu skiparan í telefonini í morgin.
- Vit draga og her er ódnarveður. Lat okkum tosa saman, tá ið vit koma heimaftur, segði Eirikur Olsen, skipari.