Einki prógv fyri samstarvi millum Russland og USA

Tað staðfestir frágreiðing frá ákæranum Robert Mueller, sum júst er handað amerikonsku Kongressini

Í sløk tvey ár hevur serligi ákærin Robert Mueller kannað, um Rusland blandaði seg upp í og ávirkaði forsetavalið í USA í 2016 - og um nakað samband var millum valstríðið hjá Trump og Russland.

 

Í hesari vikuni var kanningin liðug, og fríggjadagin handaði Robert Mueller sína frágreiðing til amerikanska løgmálaráðharran, sum eitur William Barr. 

 

William Barr hevur í hesum sambandi givið Kongressini eina styttri endurgeving av longu frágreiðingini hjá Robert Mueller. Tað stutta av tí langa er, at frágreiðingin hevur eingi prógv fyri, at Donald Trump og hansara fólk hava samstarvað við Russland undan valinum í 2016.

 

Frágreiðingin viðger eisini spurningin, um Trump hevur roynt at forða fyri kanningararbeiðnum. Eingin niðurstøða er um, hvørt forsetin hevur gjørt nakað ólógligt, men hann verður heldur ikki fríkendur hóast alt.

 

Formaðurin í rættarnevndini í Kongressini er demokraturin Jerry Nadler, og hann sær sambært Reuters niðurstøðuna sum eina staðfesting av, at Trump hvørki er sekur ella ósekur.

 

Men Donald Trump er ein glaður maður í dag. Hann kennir seg í øllum førum reinsaðan og skrivar soleiðs á Twitter:

 

- Einki samstarv, eingin forðing, fullkomilig FRÍDØMING.

 

Demokratarnir hava kravt innlit í alla frágreiðingina og ikki bert eina endurgeving av høvuðsniðurstøðunum. Hendir hetta ikki, hótta demokratarnir við at fara víðari í rættin við málinum.