Einki rok og eingin grind

Hóast 263 dagar er síðani seinastu grindina, so erpa Sea Shepherd fólkini í Føroyum sær av, at eingin grind er deyð hesar 41 dagarnar, tey hava verið í Føroyum

Hóast tað eru gingnir 263 dagar, síðani seinasta grindin legði beinini í Føroyum, so erpa Sea Shepherd fólkini í Føroyum sær av, at eingin grind er deyð hesar 41 dagarnar, sjóhirðarnir hjá Paul Watson hava verið í Føroyum og vart grindahvalin ímóti barbarisku føroyingunum.

 

– Operation Grindstop 2014 er nú á 41. degi, og eingin hvalur er deyður. Men arbeiði okkara er langt frá liðugt! Kom og ver ein partur av liðnum, og hjálp okkum at verja hesi fantastisku djórini í Norðuratlantshavi, skriva tey í fráboðan á Facebook.

 

Nógv bendir á, at hesi fólk keða seg. Tey høvdu roknað við roki í Føroyum – helst tí tey halda, at grind verður dripin dagliga. Tað einasta ítøkiliga, tey hava at vísa á, er at tey tóku upp ein mása, sum var yvirkoyrdur, ið tey royndu at bjarga. Men tann royndin miseydnaðist – kanska tí tey hava hildið hann innandura ov leingi.

 

Men tey royna staðiliga at fáa fleiri sjálvboðin at koma til Føroya og vísa á, at tað er púra ókeypis at vera við, og at tey fáa kost og logi goldið av Sea Shepherd.