- Nei, eg veit einki um, hvussu leingi fundurin fer at vara, segði Johan Dahl, næstformaður í flokkinum.
Hann var sjálvur millum tey fyrstu á fundin í morgun, har tosast skuldi nærri um, hvør skal í sessin sum nýggjur fíggjarmálaráðharri eftir Bárður Nielsen.
Fundurin byrjaði kl. 9 og innkallað vóru tingmanning floksins og starvsnevndin sum umframt forkvinnuna, Marjuna Olsen er mannað við tveimum øðrum limum.
Álvarsama bragdið á fundarluttakarunum vísti, at henda politiska støðan skal viðgerast sakliga og greitt, soleiðis at ein sleppur undan fleiri óhepnum avgerðum.
- Tit frætta nærri, tá fundurin er liðugur, segði hann í stuttu viðmerking síni.
Nakað eftir klokkan 9 kom høvuðspersónurin og floksformaðurin, Kaj Leo Johannesen á fundin, og løtu seinni varð fundurin settur.
Edmund Joensen, løgtingsformaður var eisini á fundinum. Men hann kundi neyvan verða við til allan fundin, tí hálvan tíma seinni skuldi hann hitta ein hóp av útlendskum sendiharrum.
Vinnari ella tapari
Mikið orðaskiftið hevur verið seinastu dagarnar, eftir at Kaj Leo Johannesen fyrst varð valdur sum nýggjur fíggjarmálaráðharri.
Seinni komu tó aðrir upplýsingar fram, sum higartil hava gjørt, at landið enn liggur í fíggjarmálaráðharraloysi.
Málið um tann komandi fíggjarmálaráðharran er tengt at tveimum politikkarum, sum eisini eru ella hava verið virknir sum málverjar innan ítróttin – Kaj Leo sum HB-málmaður og Bárður sum VÍF-málmaður.
Í ítrótti ræður um at vinna dystir og harvið at ogna sær stig. Og tað var júst hesa myndina, sum Bárður so skilagott brúkti undan fundinum á Gamla Apoteki í morgun.
- Orðatakið sigur “Tab og vind med samme sind”. Í ítrótti er altíð greitt, hvør hevur sigrað og hvør hevur tapt.
- Men tá talan er um politikk, er munandi øðrvísi. Tí er spurningurin, um nakar vinnari er í hesum førinum, segði Bárður.
Tvær áskoðanir
Í morgun skuldi so ein avgerð takast í hesum máli ella málum, sum mong halda hevur drigið alt ov leingi út – í fyrsta lagi, um Kaj Leo skal í fíggjarmálaráðið, og í øðrum lagi um eftirmann hansara sum tingmann.
Undan vikuskiftinum gjørdist kortini greitt, at Kaj Leo ikki fer í fíggjarmálaráðið og tí er spurningurin um eftirmann hansara á tingi ikki viðkomandi sum so.
Tað er hinvegin skilligt, at fólk hava tvær áskoðanir á hin mannin, ið hesin spurningurin eisini hevur snúð seg um: Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn.
Summi sambandsfólk halda, at hann sjálvsagt eigur – ella átti! - at taka sætið á tingi, tí hann er ein maður sum kann fáa loyst ein hóp av málum.
Uppaftur onnur eru helst meira ivasom og halda, at hann eigur – ella átti! – at bakka, tí hann ongatíð hevur verið serliga væl sæddur innanflokka.
Stuttligi flokkurin
Tá hetta er sagt, eru tað onnur sambandsfólk sum meta, at tað eru fjølmiðlarnir sum hava øst hetta málið upp til tað, sum tað er vorðið til.
Hinvegin eru eisini onnur sambandsfólk harmast um hetta og halda, at hetta er alt eitt spæl fyri gallarí’num, og at tað er vorðið meiri eitt “show”, enn eitt mál, sum hevur nakað við politikk at gera.
Tað er kanska so, sum ein av starvsnevndarlimunum, Asbjørn Djurhuus úr Tjørnuvík brosandi tók til:
- Hetta er ein keðilig støða, men fólk eru helst ymisk á máli um tað.
- Hinvegin mugu vit ansa eftir, at vit ikki verða stevnd av Johan í Kollafirði, fyri at hava tikið navnið “Hin stuttligi flokkurin” frá honum!