Einki serligt fjallveður

Ivasamt er, hvussu verður við fjallgongunum, nú danska veðurstovan DMI boðar frá regni um vikuskiftið.

Eitt brúgvalag yvir Føroyum fer í ein eystan. Hósdagin kemur eitt nýtt brúgvalag yvir Føroyar og aftur sunnudagin fer væntandi eitt brúgvalag av hava regn við sær yvir oyggjarnar. Síðani fer eitt hátrýst at breiða seg yvir Føroyar úr suðri.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av vestri ella suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Fyrrapartin sólglottar ella skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og stundum klárt og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Hósdagin øtlar hann vindin upp í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og sum frá líður regn ella ælaveður. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í sjey stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Sólglottar og turt. Um kvøldið gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skýggjað og támut, men yvirhøvur turt, men út á kvøldið og náttina fer at regna. Hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verður upp í ein strúk av vindi av suðri, 10 til 13 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynning og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, síðani klárar í vestanfyri. Hitin um 10 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan. Turt og sólglottar og hitin um 10 stig.