Einki sjónvarp í Eysturríki

Tað kann sigast, at The missing link forðaði eysturríkarum í at fylgja við dystargongdini, tá landslið teirra hálvavegna endurtók skommina frá Landskrona. Tað eydnaðist nevnliga ikki at sjónvarpa dystin til eysturríksku hyggjararnar. Flogferðslan upp undan vikuskiftið var tarnað, og tað bar við sær, at linkurin, sum skuldi nýtast at senda dystin til Eysturríkis, ongan tíð kom fram til Tórsvøll. Ístaðin kundu eysturríkar setast við sjónvarpsskíggjan í gjár – sunnudagin – men tað er ivasamt, um hetta hevði tann heilt stóra áhugan.