Føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum fingu ikki nakað stig til høldar í kvøld.
Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á útivølli 30-32 fyri Keypmannahavn. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-15.
Rakul bjargaði fýra av 25 málroyndum. Kappingarneytin, Stephanie Christensen stóð seg væl frægari við sjey bjargingum í 18 málroyndum.
Ringkøbing er triðaftast í deildini við níggju stigum.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu á heimavølli 28-36 fyri verandi meistarunum, Odense sum vóru á odda 21-16 í steðginum.
Jana skoraði eitt mál og legði upp til fýra mál (assist).
Viborg er nummar fimm í deildini við 24 stigum.
Skanderborg uttan Súnu K. Hansen var á heimavølli fyri stórtapi 20-39 (12-20) móti Esbjerg.
Skanderborg er næstaftast í deildini við sjey stigum.










