Eg havi ikki skrivað hasa greinina

Poul Michelsen

Staddur í Spania hjá Sólorku havi eg fingið nógvar viðmerkingar um eina grein, sum eg skal hava skrivað um Suðuroyartunnilin. Greinskrivarin undirskrivar seg »P. Michelsen«, og tí halda fleiri helst, at tað eri eg, sum skrivað havi.

Hóast eg kundi hugsað mær at havt skrivað greinina, so havi eg ikki tað.

Ein av teimum, sum av »av órøttum« rósti mær fyri greinina, var fyrrverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard.

Men greinin er ikki mín.  

 

Poul Michelsen

 

##med2##

 

 

Poul Michelsen

Greini stendur á Vágaportalinum og er undirskrivað »P. Michelsen«, men tað er altso ikki Poul Michelsen, sum skrivað hevur