Einki til føroysku feløgini

Johan B. Hansen og Horsens eru við at missa takið í toppinum, og í botninum stendur ikki væl til hjá Fremad Amager, sum hesa ferð bara hevði ein føroying á liðnum, og hann varð skjótt tikin av vøllinum

DANMARK 1. DEILD

Tað gongur ikki væl hjá føroyingunum í næstbestu donsku deildini. Hesa ferð var tað frægast hjá Vejle, sum ongan føroying hevði á liðnum. Sum tað varð nevnt í síðstu viku, so er Ian Højgaard givin í felagnum, og Christian Høgni Jacobsen verður ikki førur fyri at spæla næsta árið. Vejle átti heimavøll ímóti Køge, sum er eitt sindur omanfyri miðjuna. Vejle var tvær ferðir á odda, og báðu ferðirnar javnaði Køge í sama minutti, sum Vejle hevði lagt seg framum.
Í Sundby hevði Fremad Amager heimavøll ímóti Skjold. Eftir tvey tøtt mál í 1. hálvleiki fóru gestirnir um Knippelsbro og aftur á Eysturbrúgv við øllum stigunum. Fremad Amager er nú niðanfyri niðurflytingar strikuna. Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør vóru ikki á vøllinum. Jann Ingi hevur trupulleikar við lærkrikanum, og Hjalgrím er knæskaddur.
Andrew av Fløtum var í álopinum frá fyrsta bríksli. Eftir hálvan tíma, tá ið Skjold hevði fingið bæði málini, varð hann tikin út. Hann hevði ikki gjørt nóg nógv til nyttu, veit Fremad Amager heimasíðan at siga.
Síðani kappingarbyrjan hevur AC Horsens við Johan B. Hansen á liðnum verið oddalið. 2. páskadag mistu teir oddasessin. Tað gjørdu teir eftir fullkomuliga óvæntað tap í Keypmannahavn. Á Tingbjerg stadion vann heimaliðið Brønshøj 1?0. Brønshøj hevur mesta partin av kappingini verið niðanfyri strikuna. Tað eru teir ikki meiri. Talan var um fjórða tapið hjá Horsens í hesum kappingarárinum. At liðið er í aldudali sæst aftur av, at hetta var triðja tapið síðani vetrarsteðgin.
Silkeborg, sum flutti niður síðsta summar, er nýtt oddalið. Teir vunnu 2?0 í Odense ímóti B1913, sum longu tykist hava mist endan.
Størsta hóttanin ímóti niðurflytingarplássinum hjá Horsens er frá Randers. Hesa ferð vunnu teir á heimavølli 4?2 ímóti Sønderjydske, sum annars hevur kjáklast fram ímóti Randers.