? Tað er sera keðiligt, at vit nú mugu flyta handilin longur niðan í býin. Hetta er ein gomul forrætning í Havn, og tað er traditión fyri, at keypa tubbak á Kongabrúnni, og at fólk á hvørjum ári keypa sigarir til ólavsøku her, sigur Thorstein Arge, sum hevur rikið handilin seinastu fjúrtan árini.
Tá vit støkka inn á gólvið í handlinum hjá honum á Kongabrúnni, eru fólk í ferð við at flyta alla butikkina niðan í hattabúðina hjá Minu, sum nú letur aftur. Thorstein fer tó ikki undir at seyma húgvur til studentar komandi vár.
Hóast handilin skal flytast, so hevur Thorstein ongar ætlanir um at hava handilin stongdan. Flytingin skuldi fáast frá hondini mikudagin, og handilin skuldi síðani lata uppaftur hósdagin í nýggju hølunum í Niels Finsensgøtu.
Handilin hevur altíð verið ein býarmynd í Havn, og nógv munnu fara at hava ilt við at venja seg við, at tubbakshandilin á Kongabrúnni nú flytir longur niðan í býin. Handilin fer tó enn at vera í miðbýnum.
Orsøkin til flytingina er, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur keypt bygningin, og felagið skal nýta hann til sítt virksemi.
64 ár á Kongabrúnni
Tað var Oscar Arge, sum á ólavsøku í 1938 lat upp tubbakshandil á Kongabrúnni. Oscar var farbróðir Thorstein, sum keypti handilin frá einkjuni eftir Oscar.
Thorstein keypti handilin í 1988, eftir at einkjan eftir Oscar hevði rikið hann síðan 1975. Seinasta árið hevur Thorstein selt tubbak í gomlu hølunum hjá Heimavirkinum, men áðrenn helt handilin til við síðuna av gullsmiðinum Niels L. Arge.
? Fólk koma enn á gátt hjá okkum og vilja hava skóleistar, tí tey vita ikki, at Heimavikrið er flutt, tekur Thorstein skemtiliga til.
Hann greiðir frá, at hann hevði verið sjómaður nærum alt sítt lív, áðrenn hann keypti tubbakshandilin á Kongabrúnni.
? Eg havi eina fortíð á sjónum, men eg hevði hug at royna nakað nýtt, og so keypti eg handilin, tá hann var til sølu. Tað havi eg tó ongantíð angrað, sigur Thorstein, sum festir sær í eina vanliga Prince, meðan vit práta.
? Eg royki Prince, og eg royki nógvar Prince, sigur hann, hóast ein kundi trúð, at ein tubbakssølumaður roykti okkurt meira ókent og eksotiskt merki.
Einasti serhandil
Firma Oscar Arge er einasti serhandil av sínum slag í Føroyum, og tað er torført at fáa ein slíkan handil at bera seg.
? Tað er torført at reka ein slíkan handil í Føroyum, og umstøðurnar eru nógv broyttar seinastu árini. Síðan eg keypti handilin í 1988, hava vit havt eina búskaparliga kreppu, vit hava fingið meirvirðisgjaldið og kappingin er vorðin ómetaliga hørð, sigur Thorstein.
Handilin Oscar F. Arge er bæði heilsøla og smásøla. Tað vil siga, at hann selir tubbak til handlar kring landið og til havnarmenn, sum bara vilja hava ein pakka av prince ella eina sigar til ólavsøku.
? Vit eru einasti handil av slíkum slag í Føroyum, og vit hava eisini størsta úrvalið av tubakki. Tey, sum vilja hava okkurt heilt serligt slag av tubakki, hava sum oftast kunnað fingið tað her, sigur eigarin.
Aftur í ár hevur Thorstein selt eina rúgvu av sigarum til ólavsøkuna. Tað eru tó ikki tær kubansku sigarirnar, sum verða mest seldar.
Til hesa ólavsøkuna hava tey selt flest sigarir av slagnum Cubao Monarcho, sum eru av Filipsoyggjunum. Thorstein sigur, at tað loysir seg ikki at selja kubanskar sigarir í Føroyuym, tí tær eru ov dýrar.
Vónbrotin
Í upprunaliga byggiloyvinum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar setti býráðið ta treyt, at byggingin ikki skuldi órógva handilslívið á Kongabrúnni. Hetta undantakið varð tó strikað, tá endaliga byggiloyvið varð givið.
? Eg troystaði meg sjálvan við, at byggingin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar ikki skuldi órógva handlarnar, sum hildu til í bygninginum, men eg kann bara staðfesta, at hetta er annar handilin, sum verður koyrdur út, tí Heimavirkið er eisini flutt, sigur Thorstein Arge, sum ikki er sørt misnøgdur við framferðina hjá Tórshavnar býráði.