Í kvøld er skrúvað fyri vatninum í miðbýnum í Havn. Tað boðaði Tórshavnar kommuna frá í dag.
Tað veri seg á Sverrisgøtu, Dr. Jacobsensensgøtu, Magnus Heinasonargøtu, Bøgøtu og Tróndargøtu. Í summum førum er talan bert um ein part av hesum gøtunum, og øll raktu økini eru litað við gulari striku á myndini omanfyri.
Tað verður tendrað fyri vatninum aftur á midnátt, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.