Tá tú velur at hava eina fólkaatkvøðu, bara fyri at hava eina fólkaatkvøðu, so verður úrslitið hareftir. Fólkið varð ikki upplýst um, hvat fólkaatkvøðan snúði seg um, og als eingin politisk semja var um málið. Eitt serdeilis illa úr hondum greitt arbeiði frá landsstýrismanni og samgongu.
Tað er so sjálvsagt, at vit skulu hava størri kommunalar eindir. Einki haldgott argument er ímóti hesum, men úrslitið av fólkaatkvøðuni vísir, at vit ikki skulu hava færri kommunur – í hvussu so er ikki meira enn tríggjar færri. Tað ger so púra ongan mun, tí skuldi tað veruliga munað, so skuldu vit hava sjey ella fimm – ella kanska tríggjar kommunur.
So kann onkur siga, at fólkið hevur talað. Men so er ikki. Tí fólkið hevur ikki talað. Tí tey flestu – tveir triðingar – valdu als ikki at tala, tí at fólkaatkvøðan var so einkisigandi fyri tey flestu, at har var í veruleikanum einki skilagott at taka støðu til.
Undir hvørjum treytum ætlaði landsstýrið til dømis at leggja eldraøkið og skúlaøkið út til kommunurnar? Hvussu skuldi hetta fíggjast – og skuldi tað kanska verið so, at ein útjavningarskipan varð gjørd, so øll í veruleikanum rindaðu í ein og sama kommunukassa? Hví skuldi so til dømis Tórshavnar kommuna vaksa so nógv norðureftir?
Hetta minnir eitt sindur um fólkaatkvøðuna, sum verða skuldi um fullveldi 26. mai í 2000, sum løgmaður avlýsti í tøkum tíma, tí Fólkaflokkurin var bangin fyri, at um fólkið ikki tók undir við landsstýrinum, so fór fólkaatkvøðan at binda okkum føst í ríkisfelagsskapin.
Úrslitið av hesari fólkaatkøvðuni – um landsstýrið velur at lurta eftir fólkinum, er, at einki hendir, at alt bara verður sum tað er, og at onkrar kommunur, sum fáa hug, fara at leggja saman. Hinvegin nýtist landsstýrinum ikki at lurta eftir fólkaatkvøðuni kortini, tí hon var bara vegleiðandi.
Tað er nú ein jánkasligur politikkur at biðja fólkið vegleiða á eini fólkaatkvøðu. Fólkið er altíð yvir politikarunum, so tá teir spyrja fólkið, so eigur tað sjálvandi at verða bindandi. Annars kundu landsstýrið bara gjørt eina veljarakanning, tað hevði verið nógv bíligari.
Og tá tey nú eru so fegin um fólkaatkøvður í landsstýrinum, so kundu tey spurt fólkið – bindandi – um pensjónsskatturin skal hækka, um flatskattaskipan skal setast í verk, og um pensjónir skulu skattast við inngjald. Tað høvdu verið virðiligir spurningar at sett fólki.