Kanada fer við nýggjari lóg at tvinga Facebook og aðrar tøknirisar til at gjalda fyri tíðinda innihald, sum verður lagt út á sosialar miðlar.
Tað sigur ráðharrin, Steven Guilbeualt, sum skal leggja uppskotið til rættis.
Avstralia hevur sum fyrsta land eina slíka lóg ávegis.
Tað fekk í gjár Facebook til at sløkkja møguleikan hjá avstralskum brúkarum at deila tíðindi og at sperra konturnar hjá avstralskum miðlum.
Steven Guilbeault fordømir svarið frá Facebook og ger greitt, at tað fer ikki ávirka stjórnina í Ottawa.
– Kanada er á odda í hesum stríði. Vit eru millum fyrstu lond í heiminum, sum gera hetta, sigur hann.
Um Facebook verður álagt at gjalda fyri tíðindi, sum kanadiskir miðlar framleiða og leggja út á sosialu miðlarnar, kann tað møguliga forða fyri, at hundraðtals journaliststørv fara fyri skeytið.
Kanadisk miðlafeløg ávaraðu í fjørum, at um stjórnin læt standa til, kundu 700 journalistar á bløðunum missa størvini.
Hinvegin fara miðlar at tjena pengar, um Kanada ger sum Avstralia, tá tað hevði givið teimum 620 milliónir kanadiskar dollarar, søgdu miðlarnir. Tað svarar til umleið tríggjar milliardir krónur.
Sambært Steven Guilbeualt fer Kanada kanska at gera sum Avstralia. Ein annar møguleiki er at gera sum í Frankaríki, har felag handan stórar tøkniplattformar hava skyldu til at samráðast við miðlar um gjald fyri nýtslu av tíðindum teirra.
– Vit kanna, hvør skipan er best hóskandi, sigur Guilbeault.
Ráðharrin leggur afturat, at hann í síðstu viku tosaði við starvsfelagar sínar í Frankaríki, Avstralia, Týsklandi og Finnlandi um møguleikan at samstarva um at tryggja rættvíst endurgjald fyri innihald á netinum.
– Eg havi ein varhuga av, at vit skjótt hava fimm, tíggju ella 15 lond, sum gera líknandi skipanir, sigur hann.
Megan Boler, professari við Toronto Universitet, sum arbeiðir við sosialum miðlum, heldur, at ein uppgerð frá fleiri londum ímóti Facebook møguliga er á veg.
– Tað kann vera, at vit fara at síggja eitt samstarv. Ein felags front ímóti hesum monopoli, sigur hon.
/ritzau/Reuters