Einsamallur maður fekk 325 nátungar

- Eg var so spentur, at eg kendi ikki møði, sigur Rúni í Hjøllum, sum var einsamallur á nátaveiði í gjár.

Leygardagin fekk hann 100 nátungar, og í gjár fekk hann 325.

 

- Líkindini vóru einki serlig ein stóran part av degnum í gjár. Eg ætlaði mær norður um, men vendi aftur tvær ferðir.

 

Tað sigur toftamaðurin, Rúni í Hjøllum, sum var eftir nátungum í gjár - einsamallur í einum 24 fót báti við 200 HK motori.

 

- Leygardagin, tá eg fekk 100, fór eg norður gjøgnum Djúpini og eystur undir Enniberg. Leiðin heim aftur var eisini gjøgnum Djúpini.

 

Í gjár var hann eystan fyri, men málið var alla tíðina at sleppa norður um - norður undir Enniberg.

 

- Líkindini vóru einki serlig norðan fyri. Her var havalda, men seint seinnapartin slapp eg norður um.

 

Rúni í Hjøllum sigur, at tað var nógvur fuglur eystur úr Ennibergi, og her fekk hann meginpartin av veiðini.

 

##med2##

 

- Leiðin heim aftur var eystan fyri, og hetta gjørdist ein góður nátadagur, tá til stykkis kom.

 

Spurdur, um tað ikki var strævið at vera einsamallur á báti og taka so nógvan fugl, sigur hann. 

 

- Nei, eg var so spentur, at eg kendi ikki møði. Í dag stendur so reingeringin fyri, og hetta er eitt ordiligt tak, sigur Rúni í Hjøllum.

 

 

 

Hetta er báturin hjá Rúna í Hjøllum.