Donsk partabrøv seta met: hava ongantíð verið meira verd

Tað er trupult at sleppa undan Novo Nordisk, men orsakirnar eru fleiri

Eftir ein vøkstur á gott 1½ prosent í dag, endar C25-vísitalið á 2039,66, sum er met. Fyrra metið á 2020,69 frá 12. november 2021 er sostatt sligið. C25 er eitt partabrævavísital við 25 av teimum mest handlaðu partabrøvunum í Danmark, og hetta verður ofta nýtt til at meta um gongdina á danska partabrbævamarknaðinum. 

C25-vísitalið hevur sostatt ongantíð verið hægri. Hetta hendir sama dag, sum danski flutningsrisin, DSV, váttaði keypið av týska kappingarneyta sínum, DB Schenker, og harvið gerst heimsins størsti speditørur.

Eisini skyldast stóri vøksturin heilivágsfyritøkuna, Novo Nordisk, ið hevur havt stóra framgongd á partabrævamarknaðinum, sum eitt nú kemst av stóra eftirspurninginum eftir vekttapmedisini.

 

##med2##

 

Novo Nordisk er í dag heimsins 14. størsta fyritøka á partabrævamarknaðinum. 

Danski partabrævamarknaðurin er eisini nógv ávirkaður av tí, sum hendir í útheiminum, og eftir at óttin fyri afturgongd í amerikanska búskapinum elvdi til stórt fall fyrst í mánaðinum, hava amerikansku partabrøvini gjørt eitt lop uppaftur.