Sjónleikarhúsið í Havn verður um vikuskiftið karmur um eina cabarett at heiðra skaldinum Hans Andreasi Djurhuus við sangi, sjónleiki og upplestri.
Tað er Hanus Kamban, sum hevur lagt cabarettina til rættis, og verða samstundis gjørdar upptøkur til Sjónvarp Føroya, sum í februar næsta ár fer at hava tríggjar sendingar um skaldið Hans Andreas Djurhuus, ið Hanus Kamban eisini fer at leggja til rættis.
? Vit kalla hetta eina cabarett, men hetta er í veruleikanum ein víðkað cabarett, har vit eisini hava sjónleik við, sigur Hanus Kamban.
Gera vart við viðrið í skaldskapinum
? Vit fara á henda hátt at gera vart við viðrið í skaldskapinum hjá Hans Andreasi, sigur hann.
Skráin fyri cabarettina er drúgv, og er hon sett saman av nøkrum sum fólk kenna og slíkum, ið fólk ikki kenna.
? Vit hava fleiri sangir, sum fólk eru góð við, sum eitt nú »Eg saðlaði mær ein hvítan hest«, »Tá ið teir sóu landið?« eins og sjómansvísur sum »Kristin Háberg leingist« og »Pætur á Brekku«.
Umframt hetta hava vit eisini funnið fram yrkingar hjá Hans Andreasi, sum fólk als ikki kenna - sum Regin Dahl hevur sett løg til, sigur Hanus Kamban.
Hesar yrkingar er m. a. »Tístram« og »Kirkjan á Tanganum«, sum er ein hugtakandi sangur um kirkjuna í Nólsoy. Kona Hans Andreas, Petra, var úr Nólsoy og hevði Hans Andreas tískil nógv samband við Nólsoynna. Hanus Kamban sigur, at hesin sangur ikki er framførdur í Føroyum áður.
Nøkur av teimum, ið fara at syngja, eru Úlvur við Høgadalsá, Rúni Brattaberg, Eivør Pálsdóttir, Hans Iversen, Jóhanna av Steignum og Kristian Elisabeth Mørkøre. Jóannes Andreasen fer at spæla undir upp á klaver. Eivør Pálsdóttir fer eisini at syngja aftur við kontrabassspæli hjá Mikael Blak.
Fyri at vísa Hans Andreas sum leikskrivara, verður framførdur triðji partur av leikinum um Anniku úr Dímun, og er tað Eyðun Johannesen, sum hevur leikstjórnað. Leiklutin sum Annika hevur Marita Dalsgaard, sum júst hevur lokið prógv sum sjónleikari. Onnur, ið leika, eru Egi Dam, Sverri Egholm og Hans Tórgarð.
? Tað er stór kraft í hesum leikinum, har Annika setir seg upp í móti tíðini og valdinum, sigur Hanus Kamban.
Annika í Dímun varð druknað í stakki - og til hetta høvið hevur Súsanna Winther Poulsen seymað ein reyðan stakk til Maritu Dalsgaard.
Gamla tjaldið endurskapt
Fyri at fáa lýst umhvørvið í Sjónleikarhúsinum í tjúgunum vóru ætlanir um at fáa gamla leiktjaldið, sum Kristin í Geil málaði, hongt uppaftur. Myndirnar á hesum tjaldi lýsa væl tíðina, men tjaldið var í so ringum standi, at tað kundi ikki heingjast uppaftur. Men ráð vóru fyri tí?
? Vit fingu Per á Hædd at fotografera tjaldið. Team 85 hevur viðgjørt tað á teldu, og seglvirkið í Klaksvík hevur so seymað eitt nýtt tjald, sum er eitt kopi av tí gamla tjaldinum, sigur Hansu Kamban.
Cabarettin um Hans Andreas verður bert sýnd tvær ferðir. Leygarkvøldið klokkan 20 og sunnudagin klokkan 16. Atgongumerki, sum kosta 140 kronur, fáast í Kunningarstovuni í Havn.
-----------------------------
MYNDATEKSTUR::::
Áarstova í Havn. Her vuksu brøðurnir Hans Andreas og Janus Djurhuus upp. Húsini stóðu á lítla økinum oman fyri Hotel Djurhuus niðast á Áarvegnum