Foreldrini eru Jóna fødd Jacobsen og ættað úr Fuglafirði, og Jákup Lindenskov, sum er úr Havnini. Jóna og Jákup bygdu í Torfinsgøtu, og Eirikur er uppvaksin úti í Grønlandi. Jóna og Jákup Lindenskov eiga trý børn: Elin (1962), Birita (1964) og Eirikur (1966). Birita býr í Gøtu, og Elin og Eirikur búgva í høvuðsstaðnum.
Eirikur tók matematiskt-samfelagsligt studentsprógv í Hoydølum í 1986, og hann leyk prógv á Føroya Læraraskúla í 1991. Í tvey ár var hann lærari á Oyrabakka og í trý ár í Sankta Frants skúla.
So at siga alla sína tíð hevur Eirikur havt sína gongd á Sosialinum. Pápin var blaðstjóri og nevndarlimur, og Eirikur kennir blaðið frá tíðini á Heygsbreyt. Honum hevur altíð dámt at skriva. Í 1996 legði Eirikur lærarastarvið frá sær og fór at skriva burturav, og síðani 1. februar 1998 hevur hann verið blaðstjóri á Sosialinum.
Eirikur er eitt arbeiðsgrev, og hann er treiskur, støðugur og áhaldandi. Tað eru góðar dygdir at hava í hesi bransjuni, og tað er kærkomið fyri arbeiðsplássið, at baklandið er í lagi soleiðis, at tað ikki er klokkan men uppgávan, ið ger av, nær arbeiðsdagurin er liðugur.
Eirikur hevur fjølbroyttar gávur. Eitt nú er hann hollur í nýggju tøknfrøðini, og hann hevur eyga fyri nýggjum møguleikum, og hvussu stóran týdning trivnaðurin hevur. Tað var Eirikur, sum fyrstur bar møguleikan upp á mál, um Sosialurin skuldi flyta av Argjum og heim í Vágsbotn. Tá ið avgerðin var tikin um at flyta, varð Eirikur í eitt skifti loystur frá blaðarbeiðnum fyri at brúka alla sína tíð og orku at broyta handilin hjá Valdemari Lützen til miðlahús. Øll, sum hava verið inni á gólvinum her í Vágsbotni, eru samd um, at úrslitið var framúr.
Úti í Torfinsgøtu hevði Carlo Petersen bilverkstað. Eirkur var áhugaður í hesum, og frá tí hann var tólv ára gamalur og í eini átta ár nýtti hann hvørja fríløtu og frítíð á verkstaðnum. Hann hevði fingið lærupláss á bilverkstaði í býnum, tá ið hann fór í Hoydalar. Tí hevur hann ikki sveinabræv sum bilsmiður. At hann dugir bilarbeiði og so nógv annað handverk sæst eitt nú á ellisbilunum, sum hann gongur høgt uppí, og á húsunum, sum hann býr í.
Eirikur livir saman við Ingun Schiller. Hann er havnarmaður um ein háls, og hann gongur høgt uppí og er kanska eisini errin av, at tað skal bera teimum til at búgva í Nýggjustovu í Gongini. Hetta eru søgulig hús, sum eitt nú Barbara og W. U. Hammershaim hava búð í. Eirikur keypti húsini síðst í áttati árunum, og hann endurnýggjaði tey í gamla stílinum soleiðis, at tey nú eru karmur um hugnaligt heim. Ingun og Eirikur eiga tvey børn: Anna (2001) og Jónas (2003).
Eirikur var í síni tíð nevndarlimur og skrivari í Føroya Ungdómsráði, og hann hevur verið á listanum hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsval. Hann er nevndarlimur í Prentmiðstøðini, sum Sosialurin eigur saman við Dimmalætting.
Áhugafelagið ellisakfør eigur góðan stuðul í Eiriki. Felagið gevur av og á limablað út, og í tí hevur Eirikur skrivað áhugaverdar greinar, sum eru við til at varðveita føroysku bilasøluna.
Føðingardagurin verður hildin í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Vit á blaðnum takka Eiriki fyri gott samstarv og ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jan