Eirikur og eg vistu av hvørjum øðrum í áttatiárunum og lærdu hvønn annan
at kenna, tá ið eg kom í starv á Sosialinum á sumri 1990. Okkara vinarlag
er sum við víninum, tað gerst betri við árunum, og eg eri komin at halda
rættuliga nógv av hesum stilla og arbeiðssama starvsfelaga.
Nú nevndi eg orðið arbeiðasamur, og tað orðið merkir ikki bara dygd í mínum gerandisdegi. Vit eru tíverri alt ov nógvir føroyingar, sum eru so
arbeiðssamir, at tað er meira enn gott, vit gloyma at liva. Vit gloyma
okkara hjúnarfelaga, børn og ikki minst okkum sjálvi, tí tað er so nógv sum
vit skulu røkka, fyri at røkka tí heilaga og av samfelagnum góðtikna
tilstandinum at vera raskur sum nakað positivt. Tá ið hendan raskheitin fær
yvirhond, gerast vit sjúk, og tá eitur tað strongd, vit eru vorðin sjúk, tí
vit eru so røsk, eitt løgið paradoks.
Tað er ikki hendan raskheitin eg meini við, tá ið eg sigi at Eirikur er
raskur. Í Oyndarfirði varð ofta tikið til, at hasin er ein rættur
arbeiðsmaður. Hetta var ikki sagt um ein, sum ongantíð kundi binda frið, í
sínum æviga strevi eftir at flýggja frá sær sjálvum, men av einum, hvørs
arbeiðsgleði lýsti út av øllum, sum hann tókst við. Hann var heilur og
nærverandi í sínum arbeiði, og tú kendi ikki, at tú órógvaði, tá íð tú kom
at práta. Hann hevði eisini stundir at taka sær av løttum, og nógv kom
burtur úr.
Tað er júst soleiðis eg kenni Eirik, og tað er henda eginleika eg eri komin
at halda so nógv av, sum árini eru ligin. Nú rykkja mínir starvsfelagar helst
brýr, og eg tori at siga, at Eirikur er tann einasti innan blaðmanningina á
Sosialinum, sum hevur stundir at práta og vera nærverandi, tá ið eg
onkuntíð støkki inn á gólvið og fyri tað, so kemur líka nógv av skafti hjá
honum sum hjá øllum hinum.
Í Oyndarfirði hava vit eisini eitt annað hugtak, sum skal lýsa tað øvugta
av einum arbeiðsmanni, tað er eitt gart. Tað er ein sum sær so upptikin út,
at tú beinanvegin fær ringa samvitsku, tá ið tú hittir hann, allur heimurin
hongur yvir honum, men tað kemur einki burtur úr allíkavæl. Soleiðis kenni
eg ikki Eirik.
Eg hevði vilja heilsað persónliga upp á teg, nú føðingardagsveislan verður
hildin í Miðlahúsinum, tað ber ikki til, og tó skal tú vita, at vit eru
nógv uttan fyri tann sjóandi blaðheimin, sum duga at meta um títt íkast til
fjølmiðlar, og tað er slett ikki so lítið.
So nógv arbeiði Eirikur greiðir úr hondum má síggjast aftur í møði
onkuntíð. At møðin ofta gevur seg til kennar, soleiðis heilt óvæntað, uttan
hann yvirhøvur roknar við tí, tá ið hann endiliga slappar av í vertsskapi
og linkar, er honum fyrigivið. Hann er ein ógvuliga dámligur, dugnaligur og
fittur starvsfelagið, og tær hendingaferðir hann durvar undir slíkum
umstøðum synda hini.
Mín kæri fyrrverandi starvsfelagi á Sosialinum, fjølmiðlamaðurin John Johannesen, nú tíverri ein nógv meira tigandi tingmaður, hansara mongu atkvøður til seinasta løgtingsval vóru ein svárur missur fyri fjølmiðlaheimin, plagdi at siga um Eirik, teir eru vinmenn, at Eirikur mintist so væl árstøl, at tað mintu um autismu. Eirikur hevur ótrúliga gott minni, og eg kundi, sum søguskrivandi maður, hugsað mær nakrar at hesum hentu autisku eginleikum, hóast allur pakkin hevði sjálvsagt verið ein vanlukka.
Eg byrjaði við at skriva at Eirikur fyllir fjøriti leygardagin. Eg dugi
ikki við hesum islendska og danska framburðinum av tølum. Havi ongantið
nýtt hann sjálvur, heldur ikki nakað annar av týdningi, har eg havi hildið
til. Tit vita hvat eg meini, fyri at halda okkum innanfyri fótbóltsmálið B
triatiseks, B seksstiátta, B sjeytieitt, nei góðin, tað gongur ikki. Har eg
gangi tosa vit ikki hámál.
vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard