Eitt álit í kreppu

Tað er synd at siga, at hetta minnir um tað ein hevur gingið og væntað fór at koma, mett við støði í kjakinum, sum verið hevur um skip, fisk og fiskivinnu. Síðan langt áðrenn kreppan gjørdist sjónlig, hevur tað í spenningi verið bíðað eftir, at okkurt fór at koma frá myndugleika síðu, um flotan og um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi úti til havs, við avleiðingum út í allar krókar í samfelagnum.

 

Tað er synd at siga, at hetta minnir um tað ein hevur gingið og væntað fór at koma, mett við støði í kjakinum, sum verið hevur um skip, fisk og fiskivinnu. Síðan langt áðrenn kreppan gjørdist sjónlig, hevur tað í spenningi verið bíðað eftir, at okkurt fór at koma frá myndugleika síðu, um flotan og um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi úti til havs, við avleiðingum út í allar krókar í samfelagnum.


Jú men - hetta er so tað. Eitt álit um skip, mest kortini um ymisk viðurskifti, og at kalla einki um skip. Eingin gongur og sigur, at vit skulu stinga nøsina so langt upp sum at siga, at vit skulu kunna sammmeta okkum við japanar. Ílla var. Har í Japan kemur eitt nýtt vinnulívs - búskapar - og strategipolitiskt álit á borðið einaferð um mánaðin, og tað fevnir ikki bert um nútíðina, men røkkur eini 20 ár fram.......


Við hesum álitinum hava vit føroyingar fingið eina ætlan, ið tryggjar okkum, at 30 ára samanhangandi mistøk í landsins høvuðsvinnu, óbroytt, verða førd víðari og blíva tikin við onnur 30 ár - inn í framtíðina.


Tað er óivað rætt, tá tað í álitinum verður komið til ta niðurstøðu, at skulu tað vinnast pengar úr fiski, so ræður um ikki at lata fiskin av hondum alt ov tíðliga, men heldur fáa positivt avkast í flest møguligum, helst øllum virkis- og handilsligum liðum.


Nevndar verða 4 fortreytir til tess at føroysk fiskivinna skal kunna fáa positivt avkast. - Hesar eru:


* Útreiðslustøði skal lækkast

* Liberalisering skal fremjast

* Pol. myndugleikarnir skulu lækka útreiðslutrýstið við FAS skipan el.líkn.

* íløgustuðul má veitast.


Ikki við einum orði verður komið inn á tað, sum veruliga bagir. Ikki eitt einasta orð um hvat tað eru fyri fortreytir - innanborða , sum vanta (- ikki eru til- ) úti til havs, hesar, sum gera, at tað er neyðugt við uttanborða fortreytum, so sum hesar omanfyrinevndu.


Tað er heilt einfalt óbegrípuligt, at vit nú aftaná so nógv ár, so nær eisini við at fara frá einum ártúsundi, innar í eitt annað, ikki enn skulu hava vunnið á okkara fortreingingum: Tað er bert við einum broyttum flota, at føroyingar kunnu fáa lut í viðgerð av fiski yvir fleiri lið. Tað sum álitið førir til, er ein endurnýgging av tí, sum ikki ber til.


Tað okkum tørvar er ein nýggjan flota, ið byggir á eina nýggja teknologi.


Framhaldandi at fokuserað frá tí, sum veruliga bagir, ger álitið til eina illa samansetta roynd til tess, at leingja um livitíðina á teim skipum og skipanum - serliga studningskipanum - sum vit hava?!


Ger ein sær ómak og lesir hetta álit til lítar, so fer heldur eingin rættsiktaður undir at byggja skip uppá eitt grundarlag so dapurt svart, sum hettar er teknað. Tað vildi verið óðamannaverk. Stutt sagt er talan um eitt álit vit kundu havt verið fyriuttan.