- Eg hevði væntað, at fakfeløgini fóru at vísa størri ábygdarkenslu og størri samhaldsfesti.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ásannar, at tað kom ógvuliga dátt við, tá ið fakfeløgini í gjár boðaðu honum frá, at tey góðtaka ikki at útseta lønarhækkingina upp á 3%, sum tey eiga í oktober eftir sáttmálanum.
Hann viðurkennur eisini, at hetta er eitt stórt bakkast í royndunum at finna semju um ætlaða kreppupakkan hjá samgonguni.
Lønarsteðgurin var ein týðandi partur av kreppupakkanum og nú fakfeløgini ikki vilja góðtaka tað, er kreppupakkin so mikið longri burtur.
Tekur eitt nei fyri eitt nei
Kortini leggur hann afturat, at hann tekur eitt nei fyri eitt nei og hann fer ikki at gera eina nýggja roynd at fáa fakfeløgini at góðtaka lønarsteðgin.
Hann staðfestir somuleiðis einaferð enn, at hann fer ikki at leggja uppskot fyri Løgtingið um lønarsteðg.
- Eg ætli mær at virða tær frælsu samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Men hann skoytir upp í, at við einum og hvørjum frælsi, fylgir ein ábygd.
- Og eg vildi ynskt, at fakfeløgini vístu størri ábyrgd og samhaldsfesti ímóti samfelgnum í teirri serligu støðu, vit eru í, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann staðfestir, at ætlanin var jú ikki at strika lønarhækkingina, men einans at útseta hana í eitt ár.
- Tað merkir, at løntakarin kundi liva næsta ár á sama støði, sum í ár, ella kanska enntá eitt sindur betri, tí seinasta uppgerðin yvir prístalið vísir, at prísirnir eru lækkaðir í seinastuni, so tað er hóast alt eisini blivið eitt sindur bíligari at liva í seinastuni.
Alvorligt skot fyri bógvin
Og nettupp tað, at fakfeløgini eftir hansara tykki ikki vildu vísa samfelagsábyrgd og samhaldsfesti, vigar líka tungt í hugaheiminum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum sum tann eykaútreiðsla, lønarhækkingin hevur við sær fyri landskassan.
- Grundstøðið hjá okkum hevur verið, at tað skal vera eitt felags átak hjá øllum samfelagsbólkum at venda skútuni, sigur hann.
Og hann væntar, at nú ein stórur samfelagsbólkur sum tey almennu fakfeløini, tvíhalda um at fáa betri livikor næsta ár, fer tað at verða serliga tórført at fáa aðrar samfelagsbólkar at góðtaka ein niðurskurð.
Í hesum sambandi kann vísast á, at ætlanin hevur verið at skerja bæði sjómannafrádrátt, rentufrádrátt, sjómenn undir DIS og at leggja eyka skatt á inntøkur yvir 400.000 krónur.
- Tað harmar meg, at fakfeløgini ikki vilja vera við, tí tað hevði gjørt tað nógv lættari at halda yvirskipaða endamálið hjá samgonguni um at næsta ár skal føroyska samfelagið rekast fyri sama prís sum í ár.
- Tað samhaldsfasta grundsjónarmiðið fekk eitt alvorligt skot fyri bógvin, staðfestir hann.
Hann sigur, at eftir ætlan skuldi kreppupakkin límast saman við samhaldsfesti, men tað límið er loysnað.
Munandi tórførari
Nú vil landsstýrismaðurin ikki siga, hvussu verður við fíggjarlógini næsta ár.
- Tað verður helst tórført at sleppa heilt undan at hækka raksturin næsta ár. Men hvussu nógv raksturin hækkar, er vónleyst at siga og tað ber heldur ikki til at siga um øll lønarhækkingin verður játtað á fíggjarlógini.
Jóannes Eidesgaard sigur, at í síðsta enda er tað Løgtingið, sum samtykkir fíggjarlógina og tað er fyrr hent, at fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur skert játtanir á fíggjarlógini.
Sama, hvat búskaparfrøðingar siga, heldur Jóannes Eidesgaard fast um, at tað er neyðugt at tálma vøkstrinum í útreiðslunum, tí hann hevur verið alt ov stórur seinastu árini.
- Endmálið hevur ikki verið at seta beinleiðis sparingar í verk, men einans at tálma vøkstrinum. Lønarsteðgurin var ein týðandi táttur í hesum, men nú hann er dottin á gólvið, er málið um steðga vøkstrinum í rakstrinum longri burtur, staðfestir Jóannes Eidesgaard.
Hann vónar ikki, at hetta fer at seinkað pakkanum, tí hann er ivaleysa seinur, sum er.
Menn viðgongur eisini, at støðan hjá fakfeløgunum hevur gjørt uppgávuna munandi tórførari.