Í kvøld verður eitt øðrvísi tiltak í høvuðsstaðnum, tá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Tórshavnar Súkklufelag og Tórshavnar kommuna skipa fyri einum hjólvelting í høvuðsstaðnum.
- Hetta er eitt døllut tiltak, har vit fara at yvirtaka vegin við at fylla hann við súkklum. Vit ynskja at fáa so nógvar súkklur út sum gjørligt. Hetta er ein hjólvelting, ið øll eru vælkomin til, og um onkur hevur hug, so kunnu tey koma á rulliskoytum ella onkrum líknandi, sigur Napoleon Smith, ið samskipar tiltakið.
Sjálvur túrurin byrjar á Vaglinum klokkan 19, men áðrenn tað verður møguligt at fáa hjálp við súkklunum.
- Eg verið sjálvur á Vaglinum klokkan 18, og hjálpi til við at pumpa luft í dekkini og pynta súkklur við fløggum, merkjum og øðrum. Súkklihandilin hjá Gunnari Dahl-Olsen hevur opið frá klokkan 17 til 19, har hann hjálpir við at gera ábøtur á súkklur, sigur Napoleon Smith og leggur afturat.
- So fara vit klokkan 19. Ætlanin er at súkkla út á Argir, og niðan móti Hoyvíkini, áðrenn vit aftur enda í miðbýnum. Vit gleðast um øll, ið koma, og sjálvt um fólk ikki fáa møtt til tíðina, so eru tey vælkomin at leggjast aftrat liðnum tá vit koma framvið ymsastaðni.
Talan er um eitt tiltak, ið á fyrstan sinni byrjaði í Fraklandi. Í tíðindaskrivi lýsa fyrireikararnir tað sum eina altjóða rørslu, ið vil eggja fólki at frígera seg frá bundinskapinum av dálkandi ferðsluvanum.
- La vélorution“ er eitt franskt hugtak, sum er eitt orðaspæl ímillum „vélo“ (=súkkla) og „révolution“ (=kollvelting), og er harvið ein altjóða rørsla, sum vil eggja fólki at frígera seg frá bundinskapinum av dálkandi ferðsluvanum í gerandisdegnum.
- Henda rørsla inniber, at súkklandi fólk skipa tiltak, har ið tey við at súkkla í hópi gera vart við teir bleytu ferðsluhættirnar og leggja upp til sosialar og grønar broytingar av samfelagnum. Í Fraklandi í 70unum mótmældu nøkur eini motorvegabyggiætlan í París við vísa seg sum 10.000 fólk á súkklu.
- Rørslan hevur síðan spreitt seg í víða í ymsum formum, og er í dag mest kend undir eingilska heitinum „critical mass“. Í øllum størri býum í Evropa møtast so fólk úr øllum aldrum og krókum í samfelagnum eina ferð um mánaðin til ein „vélorution“-súkklutúr, har ið samhaldsfesti og gott lag eru í hásæti, eins og grønar hugsjónir sum fólkaræði og sjálvbjargni verða livað út, eitt nú ígjøgnum frívilliga umvæling av súkklum og skeið í hesum sama. Henda hjólvelting hevur fingið sín altjóða dag í París í 2009.