”eitt einasta orð”

Týsdagin 17. apríl verður fyrsta framførsla av dansiteatri í Sjónleikarhúsinum.

Í leikinum “eitt einasta orð” verða brot / løtur úr einum menniskjalívi lýst í
dansi, sjónleiki, myndum og tónleiki.
Leikurin er samansettur sum ein kollasja ella brotmyndir.

19 ára gamla Rúna Jóhanna Aref eigur hugskotið og hevur evnað til innihaldið í leikinum.
Rúna hevur gingið á Den Rytmiske Daghøjskole í Keypmannahavn, har hon hevur tikið eitt ára dansiteaturskeið.
Skúlaárið endaði við eini framførslu, og tað eru millum annað brot úr hesari, sum Rúna hevur sett saman við øðrum koreografium, tónleiki og orðum.
Við Rúnu á pallinum er Búi Rouch.
Myndirnar til leikin hevur Greta Svabo Bech tikið, og hon hevur eisini komponerað ein part av tónleikinum.
Leikstjóri er Súsanna Tórgarð.

Tað verða fimm sýningar í Sjónleikarhúsinum

Týskvøldið 17. apríl kl. 20.00
Mikukvøldið 18. apríl kl. 19.00 og kl. 21.00
Hóskvøldið 19. apríl kl. 19.00 og kl. 21.00

Atgongumerki á 60 krónur fáast í Kunningarstovuni í Havn og ein tíma undan sýning í Sjónleikarhúsinum.