Eitt felags hús til Tjóðpall og Symfoniorkestur

Hvørki almenni stovnurin Tjóðpallur Føroya og sjálvsognarstovnurin Føroya Symfoniorkestur hava optimalar umstøður til virksemi sítt

Er eitt tjóðleikhús besta loysnin fyri Føroyar?

Tann spurningin reisti Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, í Sosialinum í síðstu viku í samandi við, at kjak aftur hevur tikið seg upp um Tjóðleikhúsið.

Hans Petur í Brekkunum heldur, at almenni stovnurin Tjóðpallur Føroya og sjálvognarstovurin Føroya Symfoniorkestur ikki hava optimalar umstøður til virksemi sítt.

– Og nú man frá politiskari síðu fyrireikar bygging av einum tjóðleikhúsi, eiga politikkarar at spyrja seg sjálvar, um hetta er besta loysnin fyri Føroyar, sigur hann.

– Herfyri fylti Føroya Symfoniorkestur 40 ár. Øll hesi 40 árini hevur symfoniorkestrið verið heimleyst. Tíbetur er og hevur øll 40 árini verið eitt fyrimyndarligt samstarv við Norðurlandhúsið, men tað er langt frá optimalar umstøður fyri symfoniorkestrið í Norðurlandahúsinum. Høllin í Norðurlandahúsinum er ikki gjørd til symfoniskan tónleik og akustikkurin til symfoniskan tónleik hevur alt at siga fyri at fáa bestu konsertuppliving, sigur Hans Petur í Brekkunum.

Hann vísir á, at bæði Tjóðpallur Føroya og Føroya Symfoniorkestur arbeiða eftir projektbaseraðum leisti, tað vil siga, at har verður ikki spælt hvønn dag.

– Við verandi fólkatali í Føroyum (54.600) og vaksandi fólkatali mong ár fram er torført at ímynda sær, at hesir stovnar spæla fyri fullum húsi sjey kvøld um viku alt árið, marknaðurin er alt ov lítil.

 

##med2##

Hann heldur, at eitt tjóðleikhús við tveimum salum, har ein stórur salur er gjørdur til sjónleik og ein stórur salur verður bygdur til tónleik er besta, bíligasta og rætta loysnin fyri sjónleik og tónleik í Føroyum.

– Tí vil eg skjóta upp, at avvarðandi myndugleikar sleppa núverandi ætlan at byggja tjóðleikhús og í staðin fara undir at fyrireika bygging av tjóðleikhúsi/konserthúsi í einum, sigur hann.

– Ímyndið tykkum synergiir, ið kundi fingist burturúr sjónleikinum og tónleikinum, tá hesar listagreinar húsast í somu lon. Ferðavinnan og fyriskiparar av tildømins ráðstevnum høvdu eisini notið gott av slíkari loysn, heldur hann.

Hann sigur, at sjáldan kemur ein so gyltur møguleiki, sum liggur líka til høgra beinið.

– Her burdi verið lætt at tikið bestu og røttu avgerðina og skorað eina perlu av einum máli. Eina perlu, sum bæði sjónleikarar, tónleikarar og flest allir føroyingar vera glaðir fyri og ernir av, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri.