Eitt fet nærri

Longu eftir dystirnar seinasta vikuskifti vóru fleiri, sum høvdu hug at ynskja HB tillukku við triðja meistaraheitinum. Í so máta mundi dysturin sunnudagin vera ein alarmklokka, sum fekk tey at ásanna, at enn eru fimm dystir eftir at spæla, og sum so var HB-venjarin ikki ósamdur í hesum.
- Eg vil siga bæði og. Vit vistu undan dystinum, at uppgávan væl kundi gerast trupul, og eg haldi eisini, at ÍF spældu ein góðan dyst. Tað var í øllum førum trupult at síggja mun á, hvat lið var oddalið, og hvat var botnlið, helt Heine Fernandez eftir dystin.
- At enda, so megna vit tó at toga okkum avstað við einmansavrikum, soleiðis at vit fingu stigini.
Nú eru fimm dystir eftir. Eru tit at kalla meistarar nú?
- Sjálvandi ikki. Tað eru framvegis fimtan stig eftir, men vit komu so eitt fet nærri í dag. Vit hava sjálvir strítt okkum fram í verandi støðuna, har vit eru seks stig undan næsta liðnum, so nú skulu vit eisini vísa, at vit eiga at verða verandi, helt hann at enda.