? Eitt flóvisligt kaffiball?

? At vera vinnulívssosialistur í einum kapitalistiskum heimi, tað er sum at vera munkur uttan eitt kleystur. Sum fráleið bar tað slett ikki til, og so við og við kom rot í Javnaðarflokkin. Og tað er ein av orsøkunum til at 1. mai ikki er stórt annað enn eitt kakuball, segði Jóannes Nielsen í 1. mai røðu síni í Havn mánadagin

Gott fundarfólk


Vit hava álvarsligar trupulleikar við altjóða arbeiðaradegnum her í Føroyum. Tað tykist sum ongin atdráttarmegi er í hesum hátíðsdegi sum byrjaði fyri 111 árum síðani og sum tvørturum landamørk og religiónir, hevur savna fleiri fólk enn nakar annar hátíðsdagur á jørð. Og ikki bara tað. Hesin dagur hevur eisini, sum tikið verður til í »Internasjonala« givið kúgaðum kring allan heim, tað solidaritetskenslu og tað styrki, sum er líka so neyðug sum luftin vit anda, og sum vatnið vit drekka. Men soleiðis er ikki rættiliga í Føroyum. Tá 1. mai haldið er av um eina løtu, býður nevndin fyri Havnar Arbeiðsmannafelag okkum røðarum oman á Hotel Hafnia, til ein kopp av kaffi og eina smákaku. 1. mai her í Havnini, er eitt flovisligt kakuball fyri innboðin!


Ein festdagur

Fyri gott 20 árum síðani hoyrdi eg til tann glaða skara, sum við dreðlum og fløggum gekk omaneftir Áarvegnum og út á Skansan at hald reytt 1. mai. Um kvøldið fyltu vit Læraraskúlahøllina. Og hetta sigi eg ikki bara av nostalgiskum ávum. Men fleiri ár í slag savnaðu vit eini 4-500 fólk úti í Læraraskúlahøllini, og tey sum ikki fingu pláss á gólvinum, tey hingu uppi í gardinunum. Vit bóru fram sjónleik, røður, yrkingar og sangir. 1. mai var ein fest dagur, har vit viðgjørdu politisku støðuna, bæði tað heimligu og eisini støðuna úti í heimi. Í dag kann man so spyrja um vit ikki yvirmettu okkum sjálvi. Men til staðar var ein eldhugi av hugtakandi slagi. Og so drukku vit eitt sindur sterkari løg enn Hafnia kaffi um náttina.

Í góð 40 ár hevur 1. mai verið hildin her í høvuðsstaðnum, og sigi eg at tað vanliga møta eini 100 fólk upp, er tað ikki langt av leið. Tvørafólk hava annars verið tey mest ivrigi at hildi 1. mai, men nakað áðrenn kreppuna í 92 kunngjørdi táverandi formaðurin í Fylking, at arbeiðarastættin á Tvøroyri hevði tað somikið gott, at tað var óneyðugt at halda dagin longur. Fuglfirðingar hava síðani miðskeiðis í 70?unum hildið 1. mai, og inni í Runavík royna tey eisini at hátíðarhalda dagin. Næststørsti býur í landinum helt 1. mai seinast, ja eg minnist ikki nær tað var, og allarhelst eru allir talararnir deyðir. Sigi eg at 1. mai vanliga savnar eini 2-300 fólk uppá landsbasis, so er tað tíverri á góðari leið.


Dagdvølja hjá eini korruptari yvirstætt

Tann øldin sum vit stutt síðani søgdu farvæl við, man hava verið ein hin merkisverdasta í søguni. Og bæði uppá gott og ónt. Tað eru tey sum spyrja: Var heimurin ikki meiri sakleysur árini fram móti fyrra heimsbardaga? Í hvussu so er ráddi optimisman millum vísindafólk og vinnulívsfólk. Veldug perspektivir opnaðust, bæði fyri samferðslu og fyri ídnað, tá Burmeister & Wain í 1904 byrjaðu at framleiða dieselmotorin. Stutt áðrenn kríggi, bar eisini til at tosa í telefon heilt yvirum tað breiða Atlantshavið. Hóast gøtuljósini her í okkara gamla høvuðsstaði framvegis brendu gass, so vóru býir sum London og Paris og Wien, heil høv av elektrisiteti og á gøtunum høvdu hestavognarnir fingið ein álvarsligan konkurrent sum æt automobil. Men eisini á øðrum meiri viðkvæmum økjum kann man tosa um framburð. Í 1904 tóku fransmenn eitt stórt demokratiskt stig, tá kirkjan var loyst frá statinum. Og um sama mundi var gamla adressan hjá hansara hátign Satan broytt, og hetta hendi tá Sigmund Freud við síni dreymatýðing vísti á, at helviti, tað var nakað sum hvør einstakur ber innaní sær.

Men ráddi optimisman millum tær hægri stættirnar, so var støðan hjá arbeiðarastættini, ella hjá øllum teimum, ið vóru fortreytin fyri at tey ríku kundu eta, drekka, ferðast, pynta seg, keypa málningar, ganga á konditaríir, gera íløgur, sleppa í eitt karbað, sova í stórum bleytum songum, ein heilt onnur. Politikkur var í stóran mun dagdvølja hjá eini korruptari yvirstætt. Sosialistisku flokkarnir sum á pappírinum søgdu seg vera ímóti militarismuni, og at arbeiðararnir í øllum londum skuldu fylkjast móti sínum høvuðsfígginda, bakkaðu, tá Týskland og Frakland byrjaðu at dubba seg til kríggj. Tá tað kom til skarpskeringar, høvdu teir onki ímóti at tyskir og franskir arbeiðarar drupu hvønn annan á hermótinum. Og hetta hevur síðani verið eitt dilemma hjá altjóða arbeiðararørsluni. Men í 1914 kom so skotið í Sarajevo, sum breiddi omanav, og avdúkaði imperialistisku áhugamálini hjá yvirstættini. Fría marknaðarkappingin ið hevði verið hevja upp til eina heilaga politiska doktrin, vísti seg ikki at vera annað enn svintan hjá einum slaktara! Bæði teir hámettu synirnir hjá borgaraskapinum, sum t.d. rithøvundin Thomas Mann, men eisini italsku futuristarnir, prísaðu krígnum ið skuldi reinsa og yngja tað gamla Evropa.


Fall niður á botn

Tað, sum teir allarhelst ikki høvdu vænta, var í kjalarvørrinum av krígnum komu kollveltingarnar. Aldargamla virðingin fyri allar øvrigheit, fall niður á botn. Arbeiðararnir komu svartir og hatskir upp úr kolanámunum, hermennirnir vendu bajonettunum móti sínum generalum, og út úr verksmiðjunum kom proletariatið undir sínum blóðreyðu fløggum. Ein glúpskur matarlystur rann úr teirra tonnum. Hesi fyrr so lítilátnu og ósjónligu menniskju, kravdu nú at bíta í okkara stóru herligu jørð. Ynsktu at sleppa í hvítar reinar skjúrtur sunnudagar og at teirra børn fingu mjólk og smør uppá breyð um morgunin. Lat meg í hesum sambandi eisini nevna, at kammerat Lenin í einari av sínum meiri kátu løtum skrivaði, at aftaná heimskollveltingina, skuldu kummirnar á pisshúsunum í teimum stóru býunum gerast úr gulli. Og tað var ikki tí at hann bar serligan alsk til pisshús. Men hann vildi at fólk skuldu lata sítt land yvir hetta gandaða metallið, ið hevði verið upphav til so nógvan vesaladóm.


Settu krøv

Eisini í Føroyum vóru fiskimenn og arbeiðar farnir at seta fram krøv. Í 1911 kom Fiskimannafelagið, Fylking í 1915, og í 1916 Havnar Arbeiðsmannafelag. Sjálvstýrisflokkurin ið hevði sum høvuðsskrá, at føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum, rúmaði eisini fakfelagsfólkum og sosialistum, men hóast tað, var flokkurin ikki nakar vinstrahallur flokkur. Víst var arbeiðarastættin farin at seta fram krøv, men politiskt livdi hon framvegis sína útjaðaratilveru. Men við javnaðarflokkinum hendi nakað nýtt. Og at siga at flokkurin fyrst og fremst var ein donsk sosialdemokratisk uppfinning, tað er bæði at káva út yvir sosiala veruleikan miðskeiðis í 20?unum, og líkaleiðis at spotta evnini hjá fátækum føroyingum at fóta sær politiskt. Flokkurin varð stovnaður í Havn, men tað var suðri á Tvøroyri hann veruliga festi røtur. Tað eydnaðist flokkinum at gerast spjótsoddurin hjá Fylking og Fiskepigernes Fagforening og saman tóku tey stig til eina hina mest spennandi vinnulívsuppgávuna millum kríggini. Bæði hvat ognarviðurskiftunum viðvíkti, við tað at talan var um eitt kooprativ, men eisini tá talan var um nýggjan teknikk, var Ísvirkið ein sera áhugaverd nýskapan. At royndin kortini miseydnaðist, er ein søga fyri seg. Tað var so nógv sum fór í hundarnar árini kring Wall Street skrædlið í 1929. Men at arbeiðarastættin á Tvøroyri átti hugsjónarligt yvirskot at fara undir sína egnu og ambitiøsu ætlan, tað í sjálvum sær, var eitt bragd.


Sum ein munkur

uttan kleystur

Heldur enn at gremja og eymka seg, fór flokkurin saman við fakfeløgunum í offensivin. Tá gamla handilsvirkið hjá Mortensens monnunum fór á húsagang í 1936 og veruligt hall og hungur hótti, tóku fakfeløgini og javnaðarflokkurin seg saman av nýggjum, og úrslitið gjørdist at AT »Arbeiðarana Trolaravirkið« sá dagsins ljós, og var í smá 20 ár ein av teimum stóru fyritøkunum í Føroyum. Men at vera vinnulívssosialistur í einum kapitalistiskum heimi, tað er sum at vera munkur uttan eitt kleystur. Sum fráleið bar tað slett ikki til, og so við og við kom rot í javnaðarflokkin. Og tað er ein av orsøkunum til at 1. mai ikki er stórt annað enn eitt kakuball.


Berjast móti sínum egnu

Mótsetningarnir í føroyskum politikki, ganga sjálvandi millum høgru og vinstra. Tað gera teir í øllum kapitalistiskum londum. Men í Føroyum ganga mótsetningarnir eisini suður til Christiansborg. Og tað merkir víðari, at teir føroysku flokkar, sum vilja varðveita sambandið við Danmark, liggja í einum ævigum stríði við sínar egnu landsmenn, ið vilja annað og meir enn ein tjóðskap ið bara er til pynt hátíðsdagar. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin sum í spurninginum høgra/vinstra eru brøður, eru fíggindar í spurninginum samband/sjálvstýri. Og eg dugi ikki at síggja at henda gongdin kann broytast. Vit eru komin á ein kross veg, og tað finst ongin diplomatisk loysn á hasum problematikkinum. Tíðin er komin at velja. Men tey sum framhaldandi royna at skáka sær undan at velja, kunnu sjálvandi rakka niður á W. U. Hammershaimb, tí hann gav sínum fólki eina mállæru í 1846, og sostatt setti gongd á eina tjóðskaparliga process sum støðugt hevur ment seg. Tey kunnu líkaleiðis háða Niels Winther, tí hann fram um aðrar stríddist fyri endurreisini av Løgtinginum í 1852, og var við til at fáa monopolhandilin avtiknan 4 ár seinni. Og hví skuldu forfedrarnir partú stovna Føroyingafelag í 1889? Høvdu føroyingar tað ikki nóg gott uttan hatta felagið. Hví leitaðu sjálvstýrissinnaðir føroyingar saman í flokk í 1903. Hví skuldi provst Dahl partú prædika á føroyskum í kirkjuni. Var danskt ikki nóg gott? Bar Gud ikki nettupp serligan alsk til danir? Hvør onnur tjóð í heiminum hevur kanska fingið sítt flagg sendandi av himli, meðan okkara Merkið var tekna av lúsa famjiningi. Og so kom seinni heimsbardagi. Í 5 ár var onki samband millum Føroyar og Danmark. Og hvat hendir niðri á sálini hjá einum fólkið sum í praksis hevur prógvað at tað ber til at liva sum ein sjálvstøðug tjóð? Slík fólk høvdu ikki hug at fáa amtsleinkjuna smoygda um aftur hálsin. Og sum øll vita, valdu føroyingar loysing í 1946. Tað sum eg vil siga er, at ein tradisjón er skapt yvir eitt tíðarskeið uppá 150 ár. Og talan er um eina rúmliga tradisjón, og hvørt vit vilja tað ella ikki, so liggur okkara samleiki, tað at vera føroyingur, inni í hesi tradisjón.


Tvær indiánaranøsir

Tað var gamli formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag Andrew Ísheim, sum á sinni tók stig til at hátíðarhalda 1. mai dagin her í høvuðsstaðnum. Nú eru tað nøkur ár síðani hann doyði. Men Ísheim hevði eina sovorðna flotta indianaranøs og allarhelst var tað av tilvild at forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag um sama mundi, frú Andrea Árting, eisini hevði eina sovorðna indianaranøs. Tey vóru tveir fakfelagsindianarir, ið vistu móti hvørjum man skuldi brúka sína tomhauk. Tá Ísheim plagdi at enda sína 1. mai talu her á sama palli sum eg standi í dag, plagdi hann at rópa »Livið Føroyar« og hevði knýttnevan á lofti.

Sovorðin hugburður er nærum óhugsandi í dag. Í dag kappast fakfelagsfólk um at siga »Upp í reyvina við Føroyum og við fullveldinum«. Og tað er ikki bara tí at fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen ofta gloymir at hann er sonur streiki-Fredrik og móti fakfelagsfólki ber seg at, sum vóru tey drukkbilistar og hálvkriminell. Nú Føroyar standa á gáttini til at seta í verk tað tradisjón sum hevur útviklað seg til fullveldis ætlanina, uppliva vit sum natúrligt er at tjóðskaparliga afturhaldið fer í mótálop. Men hví fleiri fakfelagsleiðarir eru so virknir í tí kórinum, tað skilji eg ikki rættiliga. Verður fullveldi borið uppá mál, so vanskeplast teirra andlit, hatri beinleiðis seyrar úr munnklovanum. Tey hava degraderað fullveldisfólkini til skaðadjór, og allastaðni har høvið býðst, leggja tey sítt eitur út. Tjóðskapar og sjálvstýris hugsjónin ið var tann fyrsta sum kveikti føroyingar og fekk teir at turka armóðina og miðaldardustið úr eygunum, móti hesi hugsjón, ið er størri og eldri enn hvør einstakur okkara, reka fleiri fakfelagsfólk eina regulera klappjakt. Men tað heilt avgerandi sum tey ikki tykjast at geva sær far um, er at tann vanligi danin yvirhøvur ikki brýggjar seg um at lata eina milliard í blokkstuðli til Føroyar árliga. Og hví skulu teir eisini tað? Hvat serstakt er við okkum, tá vit meina at vit eru verd eina milliard til gávis um árið? Er tað hitt æviga smílandi andlitið hjá Óla Jacobsen, sum er vert milliardina? Ella er tað mín skaldskapur? Ella er tað tann árliga svarta hárlitingin hjá Edmundi Joensen, ið kostar eina milliard? Ella hví skulu danskar vaskikonur fíggja hasi fiktivu kraddaraskipini hjá Svend Åga Ellefsen? Danir skíra okkum nassarar. Og hvussu skulu vit verja okkum móti tí vanærandi ákæruni. Er tað ikki júst tað sum vit eru, og í veruleikanum eitt heilt serligt slag av nassarum, ið m.a. meina seg hava rætt at kalkulera um politisku framtíðina í Føroyum við donskum pengum, ja brúka danska statskassan í eini hatursatsókn móti fullveldinum. Danir eru æviga troyttir av okkum, teir tíma ikki at keglast við okkum longur. Og hondina á hjarta, tað hevði eg heldur ikki tíma, var eg danskari.


Trekkja vekslar

upp á deyðar hetjur

Eg eri fullvæl greiður yvir at verkfallsmennirnir sum myndaðu Tjóðveldisflokkin í fimtiárunum, ikki eru til longur. Og partvís tað sama kann man siga um tey, ið stríddust fyri fiskimarksútflytingunum. Og at trekkja vekslar uppá deyðar hetjur, tað er ósømiligt. Tjóðveldisflokkurin í dag er í stóran mun ein miðalstættaflokkur. Ella v.ø.o., flokkurin líkist Javnaðarflokkinum. Eg eri eisini greiður yvir muruna í Fólkaflokkinum. Hon er útimóti tann sama sum tann í Sambandsflokkinum. Tað sum eg meiri enn nakað annað ræðist við teimum flokkunum, er teirra hatur til almennar stovnar og fyritøkur.


Tvey tokrán

Tað munnu vera fleiri, ið kennast við Navnið Ronald Biggs. Tað var maðurin, sum í 1963 stóð fyri tí stóra tokráninum í Bretlandi og sum kostaði statinum umleið 150 mill. krónur. Góð 30 ár seinni, í 1994, var eitt annað, men fleiri ferðirnar so umfatandi tokrán fram tí Bretlandi. Tað sum eg sipi til, er privatiseringin av British Rail sum John Major trýsti ígjøgnum í 1994. Sambært tí konservativa tíðarritinum The Econimist, er savnaði profitturin hjá øllum teimum privatu jarnbreytarfeløgunum frá 94 til 1998, umleið 14 milliardir krónur. Spurningurin sum eg seti mær, er hvør er munurin á ráninum hjá Ronald Biggs og hinumegna privatiseringini hjá John Major? Munurin er ongin. Slett ongin. Meðan tað eina ránið verður kallað tað sum tað er, kriminalitetur, eitur hitt ránið privatisering. Men úrslitið er neyft tað sama. Meðan tað eina ránið var framt við maskinbyrsum, bleiv hitt framt við eini undirskrift inni á skrivstovuni hjá John Major í Downing Street nummar 10. Í báðum førum blivu pengar stolnir úr lummunum hjá tí vanliga bretanum.


Stykkja út til traðir

200 fjóðringa fiskimarkið sum hevur havt so ómetaligan stóran týdning fyri Føroyar, eru teir nú við at stykkja út til stórar traðir, har reiðararnir hava síni før á biti. Pensjónirnar vera eisini latnar upp í hendi hjá Tryggingarsambandinum og øðrum snúltaraverum at umsita. Og leygardagurin bleiv høgdur av Postverkinum. Og nú tosa teir eisini um at privatisera Strandferðsluna og Atlantic Airways. Tað er handan útviklingin eg ræðist, og ikki føroyskt fullveldi. Við hesum sigi eg ikki at vit fáa eitt javnari býti, ella meiri rættvísi, um statsrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark broytast. Teir norsku sjómennirnir sum í 1905 atkvøddu fyri loysing, fingu valla nakað betri lív aftaná loysingina. Tann, sum lesur skaldsøgurnar hjá Halldór Lexness frá seinast í 20?unum og 30?unum, kemur til somu niðurstøðu. Men kortini valdu arbeiðarastættirnar í Noregi og í Íslandi loysing. Og hví? Eitt sovorði luftigt hugtak sum stoltleiki, ið ikki ber til at viga og máta, men sum fær fólk at rætta ryggin og gevur teimum sjálválit, man vera ein grundin til at eisini slítararnir valdu loysing.


1000 ára gamalt kegl

á fornminnissavnið

Fullveldi merkir, at 100 ára gamla keglið um samband øðrumegin og hinumegin sjálvstýrið, verður flutt út á fornminnissavnið undir liðina á sjóstúkuni og rokkinum.

Sum einstaklingur hevur man í evstu syftu bara seg sjálvan at detta afturá. Og hatta bílætið kann eisini brúkast um tjóðir. Kvetta vit við Danmark, so eru vit knappliga stødd einsamøll á klótuni og sum flestu aðrar tjóðir, mugu vit dúva uppá styrkina, ella tann sálarliga førning sum vit bera innan í okkum. Men nettup hetta einsemið er lopfjølin ella løgarsteinurin út í tað stóru verð. Tá eru tað ikki onnur sum umboða okkum, tá eru tað vit sjálvi. Líkamikið um tað snýr seg um handilsviðurskifti, mentunarligt samstarv, sjúkraviðgerð ella aðra serfrøðingahjálp í øðrum londum. Og tey, sum hava hug at koma í samband við Føroyar, ja, tey venda sær eisini beinleiðis til okkum.

Hvat er føðilandskærleiki fyri nakað? Hvat er tað, sum bindur okkum til eitt land? Tey flestu av okkum hava roynt at verið góð, ella fyri at siga akkurát sum er, hava roynt at fingið eitt lítið í einum góðum lenistóli. Men tað hendir nakað við tí stólinum aftaná. Talan er ikki longur um bara ein vanligan stól. Stólurin hevur so at siga luttikið í eins lukku, hevur fingið eitt mótvirði, er knappliga menniskjansliggjørdur, ja stólurin er næstan blivin heilagur. Og tað er neyft tað sama við okkara fjøllum. Tey, sum hava elskað úti í náttúruni, soleiðis sum øll fólkasløg til allar tíðir hava gjørt, tey hava samstundis menniskjansliggjørt tann blettin, og eru knýtt at honum við kærleika og við vøkrum minnum. Og soleiðis er eisini við tragediuni. Tey, sum hava mist ein mann í bakkanum, ella ein son úti á havinum, tey eru bundin til bergið og havið við tragiskum, men djúpt menniskjansligum bondum. Og soleiðis eru vit eisini bundin at Føroyum. Vit eru bundin við kærleika, vit eru bundin við smakkinum av vanlukku og vit eru eisini bundin gjøgnum tradisjónina. Líkaleiðis eru vit bundin við eini kenslu sum eitur hatur. Órætturin bindur teg eisini til eitt stað ella eitt land. Tað ber sjálvandi til at stinga í sekkin og rýma, hevur tú verið úti fyri eini eyðmýking ella eini uppsøgn á einum arbeiðsplássi. Men man kann eisini taka kampin upp. Og vinnur man sigurin, ja so knýtir sigurin ein til landið.

Og so eru Føroyar eisini so ótrúliga vakrar. Men sær beinanvegin tá eitt havnarfólk kemur til himmiríkið. Tí innast í sálini liggur eitt frumbílæt, og tað bíliætið er Nólsoyggin haðani sólin rísur upp hvønn morgun. Oyggin sær út sum ein kvinna, ið liggur á liðini og svevur. Og onnur støð hava onnur frumbíløt ið binda ein gjøgnum alt lívið, og fortelja einum, hvar tað inniligasta og vakrasta plássið í heiminum er. Tað verður ein fjølbroyttur skari, ið við skipi, bili, til gongu ella við tyrlu, setur kós inn í fullveldi. Men fara vit við trúgv uppá, at vit klára at lofta øllum avbjóðingum, so megna vit tað. Gott 1. mai.