Eitt føroyingalið vann og tvey taptu

Team Sydhavsøerne vann, men Skovbakken og FIF máttu lúta í teirra dystum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag.

 

Tað eydnaðist Paula Mittún (myndin) og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne at vinna ein trivaligan 30-22 sigur á Odder á útivølli. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og í steðginum vóru Pauli og liðfelagarnir bert á odda 13-12.

 

Team Sydhavsøerne er nummar seks í deildini við 21 stigum.

 

Pauli skoraði fýra mál í dagsins dysti. 

 

Jónas G. Djurhuus, Janus Dam Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF taptu á heimavølli greitt 21-30 fyri Midtjyllandi. Í steðginum var útiliðið á odda 15-8.

 

FIF er nummar átta í deildini við 16 stigum.

 

Jónas gjørdist toppskjútti hjá FIF við seks málum. Janus og Leivur skutu tvey mál hvør, so føroyingarnir stóðu fyri næstan helvtini av málunum hjá FIF í dag.

 

Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken taptu á útivølli 25-31 fyri Grindsted. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-12.

 

Skovbakken er fjórðaftast í deildini við 10 stigum.

 

Niklas skoraði eitt mál í dagsins dysti. 

 

Komandi hóskvøld verður granna- og føroyingauppgerð í Aarhus, tá Niklas og liðfelagarnir taka ímóti liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus HC á heimavølli.