Sunnudagin hin 22. juni klokkan 14 verður forkunnugt tiltak á Selatrað.
- Tiltakið er sprottið úr tí stóra arbeiði, sum Símun Mittún, Max Cecil Weihe og Kári Jacobsen hava gjørt tey seinastu fýra árini.
Soleiðis siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at teir tríggir hava – innangarðs og uttangarðs á Selatrað – skrásett gott og væl 600 staðarnøvn á tað almenna talgilda kortið hjá Sjóvar kommunu.
- Frálíka góðar fotomyndir eru knýttar til mong av staðarnøvnunum, og hetta eru bæði nýggjar og gamlar myndr, umframt áhugaverdar frágreiðingar.
Greitt verður eisini frá, hvussu tað talgilda kortið virkar, og hvussu fólk kunnu síggja staðarnøvn, frágreiðingar og myndir, eitt nú á fartelefonini á einum gongutúri í haganum ella í bygdini.
Framløgan av staðarnøvnum á Selatrað byrjar klokkan 14 á smoltstøðini, har kommunan bjóðar kaffi og ymiskt annað, og her fara teir tríggir fróðarmenninir at leggja fram.
- Ein røð av útvaldum staðarnøvnum verða víst á kortinum og lýst meiri gjølla við myndum og frágreiðingum.
Í Sjóvar kommunu siga tey, at eftir framløguna verður farið ein gongutúr í bygdini, har greitt verður frá staðarnøvnum á leiðini.
- Túrurin, sum byrjar á smoltstøðini, endar aftur á støðini, har høvi verður at fáa sær ein eyka kaffimunn og práta saman.
At enda verður lagt aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin til Selatraðar sunnudagin 22. juni til forkunnuga tiltakið.