Milliarderurin og fyrrverandi stuðul hjá Donald Trump, Elon Musk, stovnaði í dag politiska flokkin Amerika Party.
Musk skrivaði soleiðis á sosiala miðlinum X:
– Tá tað snýr seg um at oyðileggja land okkara við peningaspilli og korruptión, so liva vit í eini floksskipan, ikki í fólkaræði.
– Í dag varð America Party stovnaður fyri at geva tær títt frælsi aftur, skrivar Musk.
Við floksgrundarlagnum tekur hann í álvara sínar útsagnir um at stovna ein flokk, um Donald Trump forseti samtykti stóra lógarpakkan, sum Trump sjálvur hevur kallað "Big, Beautiful Bill".
Lógarpakkin varð samtyktur í Umboðsmannatinginum hósdagin, og fríggjadagin - á amerikanska sjálvstýrisdegnum - varð hann undirskrivaður av Trump.
Musk hevur funnist at lógarpakkanum fyri at føra til alt ov stóra almenna skuld.
Lógaruppskotið fevnir um niðurskurð í sosialu trygdini og heilsuverkinum til tey fátøku, men eisini stórar skattalættar til tey ríku. Hann hækkar eisini amerikanska skuldarloftið við 5 billiónum dollarum.
Amerikanska almenna skuldin er longu stór. Sambært amerikanska fíggjarmálaráðnum er núverandi tjóðarskuldin meira enn 37 billiónir dollarar.
Atfinningarnar hjá Musk av hækkingini av skuldarloftinum við lógaruppskotinum er í samsvari við politisku linjuna, sum hann hevur talað fyri í forsetatíðini hjá Trump.
Stutt eftir at Trump varð innsettur í januar, varð Elon Musk settur at standa á odda fyri stjórnarvirksemi (Doge).
Deildin er partur av Trump-stjórnini og hevur til uppgávu at fremja skerjingar í samveldisskipanini.
Sambært einari útrokning hjá Reuters vórðu 12 prosent av samlaðu samveldisarbeiðsmegini skerd millum stovnanina av deildini í januar og mai. Tað svarar til 260.000 størv av 2,3 mió.
Musk fór úr Doge seinast í mai. Boðað varð frá byrjan av, at hansara leiklutur á deildini fór at vera fyribils.
Síðani hann fór úr Doge, hevur Musk fleiri ferðir funnist at Trump og politikkinum hjá forsetanum, og teir báðir eru endaðir í fleiri orrustum á sosialu miðlunum.
/Ritzau/