Fríggjadagin hátíðarhelt Bogi á Steig 25 ára starvsdag sín sum skúlabarnatannlækni í Klaksvík.
Tað er kortini ikki bara hann, sum hevur verið so leingi á stovninum: Malan Thomsen hevði eisini 25 ára starvsdag sum tannklinikkassistentur ? og »the Grand old Lady«, Lena Gerðalíð, kundi eisini hátíðarhalda sín 33 ára starvsdag sum tannklinikkassistentur.
Aðrar damur, sum eru á skúlatannlæknastovuni í Klaksvík, hava verið á stovninum í 14 og 12 ár. So talan má vera um eitt gott arbeiðspláss, siga tey úr Klaksvík.