Eitt gott mennandi spælipláss í Havnini

Bjørghild Djurhuus. Valevni hjá javnaðarflokkinum, listi C
---

Vit eru øll vitandi um, at vit hava flest regndagar í Føroyum. So hví ikki gera eitt gott mennandi spælipláss sum er yvirdekka og kann brúkast tá tað regnar, uttan at børn og barnsligar sálir gerast rennvát og skulu verða ílætin regnklæðir.
Eg veit, at tað finnast stór góð spælipláss í nógvum stórbýum, eitt nú í Reykjavík.
Tað eru nógvar barnafamiljur í Tórhavnar kommunu, og ynskja tey sjálsagt eisini slík spælipláss til teirra børn.
Eg síggi fyri mær, at eitt slíkt spælipláss kundi verði nærhendis rennibreytini ella niðri í Gundadali. Børnini kunnu stuttleika sær og spæla, ímeðan foreldrini møguliga renna sær ein túr á rennibreytini. Hetta við at savna møguleikar fyri uttandura ítrivi í hjartanum í Havnini, kann viðvirka til betri trivna.
Tórshavnar Býráð raðfestir slík spælipláss, og verði eg vald í býráði, vil eg gera mítt til, at hetta ikki bert er ein raðfesting, men eisini ein veruleiki og eitt framtíðartilboð til okkara borgarar í Havn.

Tín atkvøða ger mun.