Eitt greitt JA til samanlegging

Ein stórur meiriluti av svínoyingum eru fyri samanlegging við Klaksvík. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni í dag vísti greitt tað sum mong helst mundu vænta: Eitt greitt ja.

Fólkaatkvøða var í dag og tá upptalt varð, beint eftir at valhølið lat aftur kl. 16, høvdu 27 fólk greitt atkvøðu. Av hesum vóru heili 24 fyri eini samanlegging.

Úrslitið vísti eisini, at tvær atkvøður vóru ímóti samanleggingini og ein atkvøða var blonk.

Íalt høvdu 44 fólk valrætt til fólkaatkvøðuna.