Eitt heilsugott lív

Agape: - Tað kristna lívið er eitt heilsugott lív!, sigur felagið í eini innbjóðing til skeiðið “Eitt heilsugott og gevandi lív” sum verður í næstum.

Á skeiðnum fara hjúnini Frede og Inge Møller at undirvísa. Millum viðgjørdu evnini eru strongd, fyrigeving, sóning og um ein kristindóm uttan trupulleikar. Felagið Agape arbeiðir við at styrkja kristnu umsorganina gjøgnum samtalu og undirvísing.