Eitt herðaklapp til ÚF, men hvar bleiv SVF av?

   

Vit eru uttan iva nógvir føroyingar, sum eru sera ónøgdir við Sjónvarp Føroya í hesum stjørnu-døgum. Eg haldi tað vera undir alt lágmark, at tit einki hava megnað at sent beinleiðis av Guðruni Sólju Jacobsen, sum er egin framleiðsla.Vit vóru mong, ið lurtaði eftir ÚF fríggjakvøldi, sum gjørdi nógv burturúr, men hví var SVF ikki tilstaðar á Tvøroyri ? Eg vænti, at vit eru mong, sum heldur vildu síggja myndir frá veitsluróminum í Tvøroyrar Klubba enn Gekkin.
Nú siti eg just og lurti eftir ÚF, sum sendir beinleiðis frá móttøkuni í Vágum og í Havn, men enn einaferð er SVF eftirbátur.
Tað er sjálvandi kostnaðarmikið at gera beinleiðis sendingar, men tað kann ikki verða tað stóra, tit nýta av peningi til egnar framleiðslur. Endursendingar kosta sum kunnugt einki ! So hvat blívir hækkaða sjónvarpsgjaldið nýtt til ?
Eg vil leggja avtrat, at eg gjaldi útvarpsgjaldið við gleði. Tað sama kann eg ikki siga um sjónvarpsgjaldið - tað verður goldið við ringum tannabiti, tí SVF er út av lagi vánaligt. Og eg eri vís í, at mong eru samd við mær !