Eitt herskip

- Málið um Nólsoyar Páll varð alt blást upp, og Søfartsstyrelsen varð lokkað at gera nakað við tað, segði Anfinn Hansen, verji hjá Jóan Karl Høgnesen



Magnus Petersen, verji hjá Kára Horn, skipara á Nólsoyar Pálli, slerdi alt upp í glens og stakk eftir ákæruvaldinum, í proseduru síni týsdagin.

Fyri fullum sali av áhoyrarum.

Magnus Petersen førdi fram, at skipið Nólsoyar Páll als ikki kemur undir lógina um trygd umborð á skipum, tí undantikin lógini eru herskip og troppaskip. Hann vildi vera við, at Nólsoyar Páll er eitt herskip.

- Tað ljóðar kanska stuttligt, at mest umtalaða vrakið verður upphevjað til eitt herskip, segði Magnus, sum vísti á, at øll herskip eru ikki stór, og øll hava ikki kanón. Sum dømi nevndi hann donsku vaktarskipini Maagen og Malemukken.

Men um so dómarin heldur, at Nólsoyar Páll kemur undir lógina, so eiga ákærurnar at verða tiknar aftur, tí menninir eru ákærdir eftir skeivari lógargrein, segði Magnus.

Hann helt ikki, at skipið var í óforsvarligum standi, og hann helt ikki Kára Horn hava gjørt nakað galið, við tað at hann bíðaði við at fara til Føroya, fyrr enn hann hevði fingið skrivið frá stjóra sínum. Hann var í góðari trúgv, tí hann visti, at stjórin arbeiddi við at útvega undantaksloyvi.

Magnus petersen helt, at Kári Horn eigur at verða frídømdur, í ringasta føri at fáa eina átalu.

Verjin hjká Jóan Karl Høgnesen, helt ikki, at Joan Karl Høgnesen kundi metast at vera reiðari, við tað at hann ikki dispoeraði frítt. Landsstýrið hevur ábyrgdina, segði hann.

Anfinn Hansen roknaði alt málið um Nólsoyar Páll fyri eitt politiskt mál, sum varð blást upp í bløðunum, ið høvdu lokkað onkran í Søfartsstyrelsen til at siga, at nakað var galið, og so noyddist Søfartsstyrelsen at gera nakað við tað.

Finn Ougaard átalaði, at Føroyar soleiðis vórðu umrøddar sum ein hernaðarlig bananrepublikk. Tað ber ikki til at siga, at eingin hevur ábyrgd av nøkrum.

Hann hevði eisini at, tá skemtað varð við slíkum máli.

Anfinn Hansen nevndi vanlukkuna við Scandinavian Star.

- Gott at tað varð nevnt, tí vanlukkan vísti, hvussu álvarsliga tað verður tikið, tá tað gongur galið, segði Finn Ougaard.