Rákið - Hús og Heim varpar hesaferð ljós á okkurt av tí, sum vit stákast við á sumri. At koma á botn við óruddinum, at arbeiða í havanum og at halda veitslu í góðum vinarlagi.
Her í Havn er summarið rammað inn í tvey stór tiltøk. Vit bjóða tí vælkomnum á mentanarnáttini í kvøld, og siga so farvæl ársins summarballi um einar tveir mánaðir, tá ólavsøkan savnar alla tjóðina.
Men nú er longu ein tíð fráliðin, síðan vit vaknaðu aftan á ein langan og myrkan vetur. Alt annað er eisini vaknað, flugurnar, sóljurnar og hormonirnar.
Hungurin eftir frískum grønmeti og angandi urtum. Og hugurin at ganga upp um fjøll og at liggja á øllum fýra og grópa í garðinum.
Ella hvat við at smíða sær eitt slott á Velbastað, líka sum tey bæði Hedwig og Nicolas Kapnas? Sigast má, at tey tora at ganga egnar leiðir. Lat okkum læra av teimum: At gera tingini á okkara egna hátt, og gjarna eitt sindur svakt. Tá verður tað so nógv stuttligari at búgva í Føroyum.
Gott summar
v. rigmor
--
Kolofon
Rákið – Hús og heim
Mai 2010
Postbox 76, 110 Tórshavn
post@sosialurin.fo
REDAKTØRUR
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
BLAÐFÓLK
Rógvi Nybo
Randi Jacobsen
Eyðun Klakstein
Rigmor Dam
MYNDIR
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
LÝSINGAR
Marknaðardeildin
lysing@sosialurin.fo
ÚTGEVARI
Sp/f Sosialurin
PERMUMYND
Jens Kristian Vang