GRÆKARISMESSA
Tjaldrið hevur fleiri dygdir, sum vit í Føroyum meta høgt, og sum vit stremba eftir at hava í okkum. Tað er dugnaligt, tað dugir at navigera, og so er tað áhaldandi.
Millum annað hetta segði Annika Wardum Joensen, sum helt Grækarismessurøðuna á Vaglinum í ár.
Grækarismessa er ikki fyrr enn í morgin, 12. mars, men sjálvt haldið var sunnudagin 9. mars, dagin eftir altjóða kvinnudagin. Og nú tað var forkvinnan í Javnstøðunevndini, sum røddi, so var sjálvsagt, at komið var inn á spurningin um javnrætt millum kynini. Eisini í hesum sambandi, er tjaldrið góð fyrimynd, visti Annika Wardum Joensen okkum at siga.
? Tjaldrið hevur aðrar dygdir, sum vit enn ikki hava tikið til okkum, men sum kundu ríkað samfelagið, um vit góvu tí gætur. Nevniliga ta dygd, at bøgan og steggin eru felags um at reiðrast, bøla og fáa føði til ungarnar.
? Júst sum kona og maður í dag eru felags um at fáa inntøkur til húsarhaldið, skulu vit eftir mínum tykki leggja okkum meira eftir at vera felags um at hava umsorgan fyri børnunum, teimum eldru og øðrum, sum hava tørv á okkara hjálp. Tá menna vit eitt samfelag, har innlivan ella empati er ein sjálvfylgja og gott hjartalag ein dygd, segði Annika Wardum Joensen í sínari hugvekjandi røðu.
Hóast sunnudagurin var nakað vátur, so var turt og so nøkunlunda stilt ta løtuna, tá skótar, hornblásarar og hugagóð fólk hittust á Vaglinum at heilsa tjaldrinum vælkomnum heim.
Í ár vóru 60 ár liðin, síðan Sverri Patursson sáli helt ta fyrstu Grækarimessurøðuna, og tað nýtti Annika Wardum Joensen høvi til at minnast afturá. Tíðarleysa røðan frá 1943 er eins viðkomandi í 2003 og umrøddi evnini at kenna frið og gleði og tokka til náttúruna.
Sverri Patursson hevði stóran alsk til náttúruna og fuglarnar, sum her eru. Í røðuni fyri 60 árum síðan heitti hann á øll um at sýna náttúruni og serliga fuglunum virðing, so tey komandi ættarliðini eisini fingu eitt vakurt land at búgva í.
Ta áheitanina bar Annika Wardum Joensen víðari.