Eitt lív millum gøtufólk í Oslo

Evnismisnýtslan í Oslo er økt munandi seinnu árini, og tann sum fyrst leggur merki til hetta, eru Njál og Erna Djurhuus og starvsfólkini í Urtegata 16A. Tey hava merkt eina stóra øking í vitjanum, og øll kunnu koma í tað støðu, at tey brádliga eru millum heimleys, evnismisnýtarar og onnur, sum eru niðast á samfelagsstiganum

Í vikuni kemur ein bók út í Føroyum um virksemi hjá føroysku hjúnunum Ernu og Njál Djurhuus. Bókin er á norskum og eitur «Gatefolk og fyrlysmennesker ? Erna og Njål Djurhuus sprer lys på Oslos skyggeside». Í hesi bók fáa vit eitt evarska lítið innlit í tað arbeiði, sum hesi bæði hava staðið á odda fyri í norska høvuðsstaðnum millum misnýtarar og heimleys. Vit hittu Njál í Oslo, stutt áðrenn hann fór avstað til Føroyar, har hann skal vera til staðar, tá bókin kemur í bókasølurnar. Hann hevur sjálvandi roynt at spurt seg fyri um, hvussu støðan er í Føroyum millum rúsevnismisnýtarar, og hann hevur eini klár boð til føroyingar:

? Føroyingar eiga at taka samanum og siga, at her í okkara landið er ikki pláss til meir enn eitt rúsevni. Vit hava í nógv ár havt alkohol, og tað er nóg mikið. Føroyska samfelagið er ov lítið til at hava fleiri sløg av rúsevnismýtarum, sigur Njál Djurhuus, majorur í Frelsunarherinum. Hann ynskir, at føroyingar standa saman ímóti trýstinum uttanúr heimi, og steðga útbreiðsluni av narkotiskum evnum og øðrum evnum sum verða brúkt til at rúsa seg við. Neyvan nakar føroyingur kennir og hevur kent so nógvar rúsevnismisnýtarar, sum Erna og Njál Djurhuus.

Um 500 brennivínsmisnýtarar, narkomanar, heimleys og onnur eru dagliga í samband við føroysku hjúnini í Oslo. Hesi 500 passa ikki inn i tær fýrakantaðu rammurnar, sum norska samfelagið í dag krevur av sínum borgarum.

Oslo hevur í dag munandi størri trupulleikar at dragast vid av rúsevnismisnýtarum og heimleysum enn t.d. Keypmannahavn.

Seinastu fjúrtan árini hava Erna og Njál Djurhuus staðið á odda fyri Fyrlyskorpset í Urtegate 16A á Grønlandi í Oslo. Millum gøtufólki í norska høvuðsstaðnum vita øll hvør Njål og Erna eru, og fyri tíggjutals heimleys eru føroysku hjúnini tað einasta fasta punktið í einum lívið, har alt gongur skeivan veg.


Má kenna seg sjálvan

Vælferðarsamfelagið Noreg hevur ikki pláss fyri øllum teimum sum landið hevur fostrað, og tað eru tey mest grundleggjandi rættindini hjá hesum sum Erna og Njál stríðast fyri.

Frástøðan millum stjórnarbygningarnar í norska høvuðsstaðnum og yvir til Stórtingið er lítið meir enn einar tvey hundrað metrar. Men á hesum teininum liggja trý tey størstu dagbløðini VG (Verdens Gang), Aftenposten og Dagbladet. Nærri Stórtinginum finna vit Se og Hør og størstu privatu útvarpsstøðina P4. P4 heldur til í stásiliga bygninginum, sum eisini rúmar Grand Hotel, har vinnararnir av friðarheiðursløn Nobels búgva.

Á gøtuni millum hesar bygningar liggur javnan ein tungur eimur av lími og øðrum, sum kann geva sniffarunum eina stutta kenning. Millum velafrakkar, svartar mappur og limousinar síggjast hvønn einasta dag heimleysir biddarar í einum kroppi øðiløgdum av lími og alkohol.

Hvussu klárar ein at yvirliva sjálvur, tá neyð og elendigheit er ein so stórur partur av gerandisdegnum. Tað gongur neyvan ein heil viku, uttan at tú fært deyðsboð?

? Tað eg havi arbeitt mest við, tey árini vit hava búð í Oslo, er mær sjálvum. Arbeiði krevur so nógv av mær og Ernu, at vit mugu hava eitt lív í javnvág. Vit arbeiða við fólki, sum ikki eru í sálarligari javnvág av nógvum ymsum orsøkum, og tað skal lítið til at skumpa tey um koll. Eg havi ongantíð roykt ella drukkið, eg havi eina góða konu og vit hava fingid trý børn, og tey hava so aftur fingið børn. Hetta ger mítt og Ernusa lív eydnuríkt. Tá vit koma til arbeiðis í Urtegata er tað av alstórum týdningi, at tey sum koma inn á gólvið, har ella tey sum eg hitti á gøtuni altíð hitta tann sama Njál. Tað er hetta eg arbeiði við, at tey heimleysu og rúsevnismisbrúkararnir altíð skulu vita at Njál, hann er altíð í góðum lag og vit kunnu altíð spyrja um hjálp ella leiðbeining hjá honum og Ernu. Vit kunnu ikki loyva okkum at vera í góðum hýri ein dag og í ringum hýri dagin eftir. Eg má kenna meg sjálvan, áðrenn eg kann geva nakað víðari, sigur Njál.


Andlit teirra heimleysu

Samstundis sum roynt verður at hjálpa gøtufólkinum í gerandisdegnum, so hevur Njál fleiri bóltar í luftini. Hann stendur á odda fyri fleiri sendingum á útvarpsstøðini hjá Frelsunarherinum í Oslo, hann heldur gudstænastur, og hann roynir at byggja út tilboðið til gøtufólkini. Hann er best kendi føroyingur í Noregi, og er best kendi talsmaðurin fyri gøtufólkini. Hann er á ein hátt andlit teirra heimleysu móti tí væleydnaða parrtinum av norska samfelagnum. Tá Njál sæst á sjónvarpskíggjanum, í útvarpinum ella í bløðunum, tá er tað kalt í Oslo. Hvønn einasta vetur stríðist Frelsunarherurin og aðrir felagsskapir í norska høvuðsstaðnum fyri at fáa gøtufólk inn í hitan, men trupult er at skaffa húsrúm. Tað almenna hevur sjáldan evnir til at gera skjótt av.

? Vit hava sum mál at taka okkum av øllum menniskjanum, tað vil siga tí andaliga, sálarliga og likamliga. Tann almenna skipanin hevur bert ábyrgd fyri tí likamliga, meðan tað andaliga ikki hevur nakað pláss á eini almannastovu. Í mínum arbeiði má eg taka avgerðir skjótt, og vit seta í gongd tiltøk skjótast tilber, helst beinanvegin. Í tí almennu skipanini skal eitt mál greinast út og viðgerast, og tað tekur tíð. Viðhvørt tekur tað ov langa tíð.

Henda nøkur framstig á hesum økinum?

? Tað gongur seint, men eg kenni á mær at tað allatíðina hendir okkurt gott. Politikkarar og embætisfólk hyggja ikki í líka stóran mun eftir okkum sum kappingarneytar, men sum samstarvsfelagar, um vit samanbera við støðuna fá ár aftur í tíð. Vit hava sama mál, at fáa tey sum eru komin illani fyri í samfelagnum aftur á rættkjøl. Í dag er orðaskiftið millum okkum og politisku leiðsluna í Oslo rímuliga gott. Vit tosa javnan saman um samstarvið millum partarnar.

Njál Djurhuus er ikki tann, sum letur politikkararnar og aðrar myndugleikar vísa fram Oslo sum ein góðan bý uttan stórar sosialar trupulleikar. Tá býráði fyri einum tveimum árum síðani alment segði, at nú var eingin heimleysur í Oslo, tá var Njál ikki seinur at prógva, at tað í veruleikanum vóru rættuliga nógv uttan tak yvir høvdið. Eftir lítlari løtu hevði hann ein lista við 55 nøvnum á heimleysum. Í fjølmiðlunum varð hann endurgivin fyri at siga, at millum 70 og 100 fólk vóru heimleys í Oslo. Ein kanning vísti seinni, at minst 73 vóru heimleys.


Húsrúm og andalig føði

Frelsunarherurin setur ikki krøv til tey, sum koma í samband við soldatarnar, at tey skulu lata seg frelsa ella gerast kristin, men tey biðja saman við teimum, sum ynskja tað.

? Vit kunnu ikki noyða fólk at gerast kristin fyri at hjálpa teimum. Tey hava brúk fyri hjálp at koma burturúr tí óførinum, tey eru komin útí. Men koma tey við einum ynski at tosa um trúgv, so gera vit tað. Vit hava til dømis morgunmøti hvønn sunnumorgun í Urtegata 16A, og tá er bíðirøð uttanfyri, og hølini fyllast skjótt. Vit hava lagt morgunmøti aftaná morgunmatin fyri at tey, sum bert ynskja mat og ikki andaliga føði fáa tað og kunnu fara víðari, tá møti byrjar. Tey fægstu fara. Teimum dáma friðin og sangin sum eyðkennir ein andaligan fund. Vit eru eisini í stóra fundarsalinum hjá Frelsunarherinum av og á, og tá koma tíggjutals fólk við okkum og tey luttaka á teimum vanligu andaligu fundunum hjá okkum har. Hesir fundirnar ganga fínt.

Hvørji eru tey, sum koma til tín og Ernu í Urtegata 16A?

? Øll møgulig, og nógv hava eina fortíð, sum tey flestu av okkum meðan nøkur ongantíð hava klára at fóta sær í samfelagnum. Tað, sum eg havi lagt merki til er, at millum hesi sum eru niðast á samfelagstiganum, so finnast nógv sum sita inni við stórari vitan um alt møguligt. Men tað er eingin ivi um, at fleiri dýrabær virði fara fyri skjeyti, tá dugnalig fólk ikki megnað at takla tað ábyrgdina, sum lívið krevur at ein tekur.


Fjølmiðlarnir

hava sín leiklut

Tú ert ofta at síggja í fjølmiðlunum?

? Vit noyðast viðhvørt at brúka fjølmiðlarnar fyri at fáa fram í dagsljós teir ovurhondsstóru trupulleikarnar, sum vælferðartjóðin Noreg í dag hevur. Seinastu trý árini eru umleið trýhundrað narkomanar deyðir í Oslo. Ein skuldi trú, at vit merktu hetta í Urtegata, og at vit høvdu færri vitjanir av evnismisnýtarum. Tvørturímóti vit hava fleiri misnýtarar í dag enn fyri trimum árum síðani. Talið av rúsevnismisnýtarum bara økist. Eg havi eitt gott samstarv við teir flestu fjølmiðlarnar, og hetta samstarv er av stórum týdningi fyri at fáa lýst hvørjar trupulleikar vit hava at dragast við í Oslo.

Er tilboðið av rúsevnum stórt í Noregi?

? Ja, fyri nøkrum árum síðani merktu vit, at tá løgreglan fekk fatur á einum stórari mongd av heroin, so tornaði marknaðurin inn beinanvegin. Í dag fær løgreglan hendur á munandi størri mongdir av heroin enn fyri fáum árum síðani. Men heroin-marknaðurin í Oslo tornar ikki inn longur. Misnýtararnir gerast yngri og yngri, og vit síggja fleiri og fleiri, sum brúka eitt evni leygarkvøld fyri at koma í gott lag, fyri síðani at brúka eitt annað evni dagin eftir fyri at koma niður á jørðina aftur. Tað vit eisini síggja er at tað ikki einans er ein trupulleiki millum børn hjá vanligum verkafólki, men fleiri og fleiri ríkmannabørn teljast nú ímillum gøtufólkini.

Virkar ikki sosiala trygdarnetið?

? Alt ov illani. Vit síggja hvørja viku at tey sosialu trygdarnetinum sum skulu fanga fólk sum detta út av tromini ikki eru har tá tey skulu. Vit hava meir enn 30 almannastovur (sosialkontor) í Oslo, og nógv av teimum virka ikki sum tey skulu. Ein dagin kom ein til mín og segði, at tað ikki lat seg gera hjá honum, ið var rúsevnismisnýtari, at royna at fáa hjálp á almannastovuni, tí saksviðgerarin á almannastovuni hevði størri trupulleikar enn hann.

Tað er ein ávísur sannleiki í hesum orðunum, tí trýstið á almannastovurnar bara økist, og tey fáa ikki stundir til at gera tað tey skulu. Hetta førir i longdini til, at tað gongur útyvir tey, sum koma á almannastovurnar s fyri at fáa hjálp.


Mín besti ráðgevi

Hvussu gongur at halda skil á, tá eini 100 fólk eru inni og fáa sær ein bita, og meginparturin er ávirkaður av heroin, tablettum ella alkohol?

? Vit hava sjáldan trupulleikar við teimum, sum koma inn á gólvið. Tey vita, at tey eru vælkomin, um tey skikka sær. Vit loyvdu kortspæli fyrr, men tað noyddust vit at nokta teimum. Ikki tí, tey mugu gjarna spæla kort fyri okkara skuld, men tað vísti seg, at klandur kom í næstan hvørja ferð, kortspælið kom á borðið.

Hvussu gongur samstarvið millum starvsfólkini og brúkararnar?

? Yvirhøvur væl. Vit hava sjáldan stórvegis trupulleikar, og samstarvið millum okkum og løgregluna er í dag sera gott. Millum starvsfólkini er eisini eitt gott samstarv, og tað noyðast vit at hava. Sjálvur kundi eg ikki hildið út í starvinum í langa tíð uttan tann stuðul, eg fái frá konuni, sum jú eisini arbeiðir á Fyrlyskorpset. Erna og eg hava eitt gott samstarv, samstundis sum vit eru hjún. Hon er mín besti ráðgevi og mín besti vinur.


Nakað liggur eftir ein

Nú er ein bók skrivað um virksemið hjá Njál og Ernu og teirra hjálparfólkum í Urtegata 16A. Hetta er ein dokumentar um hjúnini Djurhuus og gøtufólkini í norska høvuðsstaðnum. Njál hevur eini tíggju ár sum virkin í arbeiðslívinum, men eitt lív sum ein pensjónistur sum situr heima og stúrir, koma vit neyvan at síggja.

Kundi tú hugsað tær at farið til annað arbeiði innan Frelsunarherin?

? Eg havi fingið nøkur tilboð um at flyta uttanlands, men higartil havi eg sagt nei. Orsøkin er, at eg kenni, at eg eri ikki liðugur við mítt virki millum gøtufólkini í Oslo. Hendan bókin vísir, at nakað liggur eftir okkum í Oslo, men eg eri ikki komin har til, at eg ikki kann geva meir. Tann dagin, eg ikki longur havi visjónir í mínum arbeiði, tá er tíðin komin til at finna okkurt annað.

Er arbeiði inni í eini góðari menning í løtuni?

? Ja, tað kunnu vit siga á ein hátt, um vit hugsa um hjálpartólið. Vit hava fingið viðurkenning fyri okkara arbeiði í tí almennu skipanini, vit vera nú spurd um okkara meining, og vit koma at økja um okkara virksemi framyvir. Fyrst og fremst ynskja vit at kunna geva eitt betri tilboð til tey, sum almannastovurnar nokta at taka ímóti orsakað av harðligum lyndi hjá misnýtaranum. Harafturat skulu vit hava ein lækna knýttan til virksemið hjá okkum. Viðkomandi skal viðgera og hjálpa okkara brúkarum. Eitt sindur longri inn í framtíðina ynskja vit at fáa í gongd ein verkstað, fyri at fáa fólk inn frá gøtuni til at gera okkurt, sum teimum dámar, og sum tey kenna at tey fáa at bera til.