Eitt lagnuval

Forsetavalið í Ukraina í morgin kann fáa avgerandi ávirkan á landsins framtíð og tess viðurskifti við Vesturheimin og Russland. Tvey ólík valevni stilla upp

Tvær bumbur bresta á einum marknaðartorgi. Eitt fólk fær doyr, og trettan fáa skaða. Løtu seinni tekur løgreglan fimm fólk og kunnger, at tey uppi í einum harkaliði hjá andstøðuni, og at endamálið er at spilla myndugleikarnar út. Andstøðan vil vera við, at tað eru myndugleikarnir, sum hava lagt bumburnar. Stutt eftir er valevnið hjá andstøðuni um at lata lív orsakað av eitran, og hann ivast ikki í, at myndugleikarnir hava skipað fyri. Valevnið hjá myndugleikunum má eisini á sjúkrahús, tí onkur hevur tveitt egg eftir honum.
Vit eru í forsetavalstríðnum í Ukraina.
Leonid Kutsjma, forseti, hevur kunngjørt, at hann leggur frá sær eftir at hava sitið tvey valskeið, og stríðið um at taka við eftir hann er hart.
? Valstríðið er tað ljótasta, sum vit hava sæð, síðani Sovjetsamveldið fór í upploysn. Tað sigur ikki so lítið, tí undanfarnu valstríðini vóru avgjørt ikki vøkur, sigur blaðstjórin Stepan Kurpil við Aftenposten.
Tepur sigur
Fyrra valumfar var tann 31. oktober. Andstøðupolitikarin Viktor Jusjtskenko fekk 39,87 prosent av atkvøðunum, og Viktor Janukovitsj, forsætisráðharri, sum er valevni hjá stjórnini, fekk 39,32 prosent. Í morgin skulu veljararnir so gera av, hvør teirra skal verða forseti.
Úrslitið av fyrra valumfarinum vísti týðiliga, at ukrainska fólkið gongur í tveimum bólkum. Janukovitsj hevur serliga lagt seg eftir at fáa atkvøður frá tí russiskt talandi partinum av fólkinum har eysturi í landinum, og hann vann eisini stórsigur har. Tað hóvar stjórnini væl, tí hon vil fegin hava tættari samband við Russland og hevur enntá skotið upp, at russiskt verður tað almenna málið í Ukraina.
Tann nýskipanarhugaði og Evropa-vinarligi Jusjtsjenko vil hava Ukraina tættari ES, og hann fekk stótra undirtøku fyri sínum sjónarmiði har vesturi og har norðuri í landinum.
? Var valið frítt og rættvíst, hevði Jusjtsjenko vunnið greiðan sigur, men myndugleikarnir gera alt, sum gerast kann, fyri at hann ikki skal vinna, sigur Stepan Kurpil, blaðstjóri.
Svik
Evropeiski samstarvsfelagsskapurin OSCE, ES og USA høvdu sent eygleiðarar til Ukraina at fylgja við fyrra valumfarinum, og teir vóru á einum máli um, at myndugleikarnir høvdu svikað. Eitt nú bleiv avdúkað, at í summum valdømum vóru nógv fleiri atkvøður enn veljarar.
Myndugleikarnir hava ræðið á teimum flestu fjølmiðlunum, og teir gera nógv burtur úr valevninum hjá stjórnini, meðan andstøðuvalevnið valla verður umrøtt. Løgreglan ger eisini sítt fyri at órógva andstøðuna við at steðga veljarafundum og við at órógva vinnulívsfólk, sum hava valt at stuðla valevninum hjá andstøðuni. Bløð, sum ikki eru undir almennum ræði, verða stongd, og í vikuni gingu tíðindafólk hjá almenna sjónvarpinum mótmælisgongu, tí tey vilja ikki lýða boð frá stjórnini.
Framstig kortini
Hóast valsvik og ágang ímóti andstøðuni heldur politiski granskarin Vira Nanivska, at viðurskiftini í Ukraina eru frægari enn í nógvum av hinum gomlu sovjetlýðveldunum.
? Eg eri púra samd við teimum, sum siga, at myndugleikarnir brúka allar hugsandi snildir, fyri at teirra valevni skal vinna, men kortini vísir hetta valið, at demokratiið í Ukraina hevur gjøt stór framstig, sigur hon við Aftenposten. Vira Nanivska, sum arbeiðir á politiska granskingarstovninum í Kiev, vísir á, at landið hevur eina sterka og væl skipaða andstøðu, og at andstøðan er væl umboðað í tjóðartinginum. Tann politiska kappingin er verulig, sigur hon.
? Ukrainska demokratiið er at líkna við ein næming, sum júst er byrjaður í skúlanum. Vit eru komin til tabellina, men tað fer at taka sína tíð, áðrenn vit koma til støddfrøðina, sigur Vira Nanivska við Aftenposten.
Sambært Stepan Kurpil stúra Leonid Kutsjma, forseti, og hansara ríku vinmenn fyri at missa síni serrættindi, kemur andstøðan til valdið. Tey seinastu árini er Ukraina vorðið meiri og meiri avbyrgt orsakað av politikkinum hjá forsetanum. Hann verður lagdur undir valsvik og korrupsjón, eins og hann eisini er lagdur undir at hava givið boð um at myrða ein tíðidamann. Harafturat verður Ukraina roknað sum eitt land, har næstan ein og hvør kann keypa sær alskyns vápn, bara ein hevur pengar.