Eitt lið í menning

- Vit gjørdu ov nógvar villur í álopspartinum. Tað gav teimum møguleikan til skjótálop, sum teir eru best til.

Tað staðfestir Birgir Hansen, annar av venjarunum hjá H71. Hann heldur, at dysturin var tættur fyri tað mesta, men at hoyvíkingar enn hava ov fáar royndir.

- Vit eru ikki serliga stabilir. Vit mugu eisini hugsa um, at spælstýrarin hjá okkum ikki er meira enn 20 ára gamal. Liðið er framvegis í menning.

Tit settu nøsina upp eftir einum finaluplássi í steypa – og landskappingini undan kappingarbyrjan. Verða tit vónsviknir, um tað ikki eydnaðst?

- Sjálvandi. Kappingin hevur lagað seg soleiðis, at vit eru við í oddastríðnum, og tað skulu vit halda fast við. Men vit hugsa framvegis nógv um menningina hjá yngru leikarunum, sigur Birgir Hansen, sum leggur afturat, at tað kann gerast ein fyrimunur hjá H71, at teir ikki eru í steypakappingin longur.