Nýggja Kærleikskúlan varð avdúkað í dag. Zacharias Heinesen hevur sniðgivið og signerað føroysku Kærleikskúluna 2012 "Kærleikin er sum sólin". Dugni avdúkaði nýggju, vøkru Kærleikskúluna 2012 á hátíðarløtu í Listasavninum í morgun saman við Listasavni Føroya.
Kærleikskúlan er heilt serstøk. Hon er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru allar ymiskar.
Zacharias Heinesen sigur soleiðis um Kærleikskúluna 2012:
Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2012 varð ognað Leilu Solmunde, post mortem. Við hesum vil stýrið fyri Dugna heiðra Leilu Solmunde, sálu, fyri ta lívsjáttandi vón, hon gav øllum, ið bera brek. Leila Solmunde var ein eldsál, sum er og verður ljóslivandi í samfelagi okkara. Hitin av hugburði hennara og afturljóðið av orðum hennara fara framvegis at kennast og hoyrast, eins og tey støðugt fara at birta eina vón hjá fólki, ið bera brek, og teirra avvarandi. Leila Solmunde var forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum í átta ár og sat í stýrinum hjá Dugna í átta ár, í báðum førum til hon andaðist 10. mars í ár. Mourits Simonsen, maður Leilu, tók móti Kærleikskúluni 2012.
Frá í dag av og inntil jóla ber til at keypa Kærleikskúluna 2012 í gávubúðum kring landið. Kærleikskúlan hevur eitt hvítt silkiband og er pakkað í eina snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara. Í faldaranum er ein frágreiðing um kærleikskúluna og um sniðið hjá Zachariasi Heinesen umframt ein heilsan frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni.
Um kærleikskúlur eru eftir aftan á jól, kunnu fólk venda sær til Dugna og keypa eina kúlu.
Allur søluágóðin fer til mennandi virksemi hjá Dugna. Endamálið hjá Dugna er at stuðla arbeiðstarnaðum við mennandi virksemi og útbúgving, so hesi hava møguleika at fáa vinnuførleikan aftur.
Komandi ár um somu tíð fer Dugni at geva eina nýggja serstaka Kærleikskúlu út. Hvørt ár verður tað eitt nýtt føroyskt listafólk, sum sniðgevur kærleikskúluna.